Seinnapartin í gjár, um tað mundi fólk fara heim frá arbeiði, varð tað ómetaliga hált at koyra summastaðni, eisini á strekkinum ímillum Hoyvík og Kaldbaksbotn.
Løgreglan sigur, at tað elvdi eisini til eitt óhapp, har tveir bilar fingu nakað av skaða. Ein røð av bilum var á veg úr Havnini og vestureftir, men áraka Sund tók ein bilførari knappliga ferðina av bilinum. Bilurin aftan fyri kláraði at bremsa, men hann kom at standa tvørt fyri á vegnum - men bilurin sum kom aftan á hann, kláraði ikki at bremsa og rendi á.
Løgreglan sigur, at bilarnir høvdu góð kavadekk, men at har var sum á flundrubaki. Tí verður bilførarin, sum rendi á, heldur ikki skuldsettur fyri ikki at hava hildið ta neyðugu frástøðuna.
Eingin fólkaskaði var, men av trygdarávum fór eitt fólk kortini á Landssjúkrahúsið til kanningar, men har var einki í vegin.
Tað var nógv ferðsla um hetta mundi so óhappið var til stóran ampa eina løtu, til tað aftur slapst framvið staðnum, har óhappið hendi.
Eitt annað lítið ferðsluóhapp var eisini tá ið ein bussur hjá Bygdaleiðum bar við ein parkeraðan bil, tí tað var so smalt at koyra, men løgreglan sigur, at har vórðu partarnir bara vístir til tryggingina.