Tað var ein røtt avgerð, at vit ikki keyptu hesa ferjuna til at hjálpa Smyrli á Suðuroyarsiglingini. Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Nú er so nógvur farmur, og so nógv ferðafólk at flyta um Suðuroyarfjørð, at tað knípur hjá Smyrli at halda tørn.
Samstundis eldist hann fyri hvørt ár og tað verður alsamt styttri ímillum at hann má leggja túrar burtur ímillum av ymsum ellisbrekum.
Samstundis skal hann javnan av landinum til kravt eftirlit og Strandferðslan hevur sagt í fleiri ár, at tað verður verri og verri at finna hóskandi avloysaraskip.
Seinasta samgonga vildi loysa trupulleikan við at leiga íslendsku ferjuna, Herjólf, men tá ið leigumálið gekk út, mælti Strandferðslan ikki til, at tað varð longt, og tað var samgongan samd í, og sostatt fór hann av landinum.
Dennis Holm hevur fleiri ferðir sagt, at arbeitt verður við málinum og ein partur av tí er at útvega eitt skip afturat.
Ein røtt avgerð
Herfyri kom tað fram, at Strandferðslan hevði eina grikska ferju upp á hondina. Tað var eitt skip, sum minti um Smyril, og hann var eitt ár yngri enn Smyril. Avgerðin skuldi takast beinanvegin - men tað varð hon ikki og tí var ferjan seld aðrar vegir.
– Strandferðslan segði, at hendan ferjan kravdi munandi ábøtur, so tá ið tað var klárt at seta í sigling, hevði tað kostað 250 milliónir, sigur Dennis Holm.
Tí var tað beinanvegin, at tann ætlanin varð slept, og tað hava politikarar í andstøðuni rættiliga revsað samgonguna fyri. Somuleiðis hevur andstøðan funnist harðliga at samgonguni tí at hon læt Herjólf fara aftur til Íslands.
Men Dennis Holm heldur fast um, at tað var ein røtt avgerð at lata hesa ferjuna fara, og hann heldur eisini fast um, at tað var rætt at lata Herjólf fara.
– At brúka 250 milliónir upp á ein fyrrapart upp á eitt skip, sum er líka gamalt sum Smyril, haldi eg var eitt sindur vágamikið, segði Dennis Holm.
Hann vísir eisini á, at skipakøn hava víst á, at hendan ferjan fór at krevja munandi ábøtur so hvørt, tí hon er so gamal.
Hann minnir á, at einaferð varð at skip keypt óðum verkum, tað var um aldarskiftið, tá ið táverandi landsstýrið eitt gamalt skip at vera vaktarskip undir Føroyum. Skipið fekk navnið Nólsoyar Páll og tað kostaði fleiri milliónir, men tað var í so ringum standi, at tað kom ongantíð í sigling.
Hann sigur eisini, at Herjólfur var ikki skip at hava í Suðuroyarsiglingina og tí var tað rætt at lata hann fara. Sjálvur sigldi hann ofta við Herjólfi og hann var eitt vánaligt skip til suðuroyarsiglingina.
– Tey, sum hálovað Herjólfi, hava neyvan siglt við honum sigur Dennis Holm.
– Eg takið ikki undir við, at vit hava eitt skip til Suðuroyarsiglingina, sum var so vánaligt, at tað hendi seg, at vaksin fólk fóru grátandi í land, leggur hann afturat.
Nærri eini loysn
Hinvegin leggur hann dent á, at samgongan arbeiðir hvønn dag við at loysa trupulleikan á Suðuroyarsiglingini og hann sigur, at fyri hvønn dag sum gongur, eru tey nærri eini loysn.
Og hann sigur, at hetta er ein loysn sum ber í sær, at Strandferðslan fær eitt skip afturat til Suðuroyarsiglingina fyri at fáa hana í eina trygga legu hesi tíggju árini til Suðuroyartunnilin er veruleiki.