Tað var ófriður á fólki í nátt

Løgreglan hevur havt nógva arbeiðið burtur úr at skilja fólk sundur og tveir mans fáa eina trivaliga bót

Áki Bertholdsen
5. november 2023 kl. 09:12

Tað hevur verið rættiliga nógv fólk í býnum í nátt og løgreglan sigur eisini, at rættiliga nógv av teimum vóru full.

Tað hevur eisini verið ófriður á fólki og tað hendi seg fleiri ferðir, at fólk komu til ilnar.

Men løgreglan var mannsterk í býnum og tey løgdu seg ofta ímillum og fingu skilt fólk sundur, sum vóru við at fara til hendurs.

Í tí sambandi vórðu tveir mans handtiknir og førdur á løgreglustøðina. Teir fáa báðir bót fyri at bróta skilhaldsreglurnar.

Annar var ólátaður ímóti løgreglufólkunum, og sum heild, og hann fær 1.500 krónur í bót.

Hin var beinleiðis harðligur og hann fær 3.000 krónur í bót.

Annars tók løgreglan eisini ein bilførara fyri at koyra við kenning norðan fyri, hann varð tikin í tí vanliga eftirlitinum hjá løgregluni.