Sum vit skrivaðu í gjárkvøldið kom eldur í á asfaltverkinum, sum stendur við stórhøllina við Tjarnir.
Tað er eitt asfaltverk hjá Articon, sum er einar 100 metrar frá stórhøllini Við Tjarnir, og Løgreglan segði tá at talan er um stóran eld og har var so nógvur roykur at løgreglan bað fólk halda seg burtur. Men vandi var ongantíð fyri at hann breiddi seg.
Men eldurin var kortini ikki so stórur, sum tey stúrdu fyri eftir tí nógva roykinum at døma, so tað gekk rættiliga skjótt at fáa tamarhald á honum og eina lítla løtu seinni var eldurin sløktur.
Løgreglan sigur at nú fara serfrøðingar at kanna umstøðurnar fyri at vita um tað ber til at staðfesta, hví eldur kom +i