Sjey mál vórðu skorað, tá ið FC Hoyvík – nýggja samanlagda liðið í Hoyvík – var í Klaksvík og spældi fyrsta landskappingardystin síðani, at Undrið og FC Hoyvík løgdu saman.
Úrslitið var, at KÍ vann 4-3. Eftir fyrra hálvleik var 2-2, og síðsta lítla korterið vórðu trý mál skorað. Sigursmálið skoraði John Herman Fuglø, tá ið tað restaðu seks minuttir. Í fjør skoraði hann eitt mál í næstbestu deildini, og í fyrraárið skoraði hann eitt mál í næstbestu deildini. Í dag var hann tvífaldur málskjútti, tí tað var eisini hann, sum ein minutt undan steðginum legði KÍ á odda 2-1.
Ein av heilt ungu KÍ spælarunum, Silas Gaard, setti hol á tíðliga í fyrra hálvleiki. Tá var tað ein annar av ungu spælarunum, Tóki á Lógv, sum átti uppleggið. Tá ið ein hálvur tími var farin, var tað Martin Dam, sum javnaði til 1-1 eftir upplegg frá Tóka Næss Rasmussen.
Ein minutt eftir, at KÍ hevði lagt seg á odda 2-1 og heilt til endan í fyrra hálvleiki, var tað Fróði Pætursson Rasmussen, sum javnaði til 2-2. Uppleggið átti Símun Johannesen.
Og so var tað, síðsta lítla korterið, at trý mál vórðu skorað. Kristian Svabo Samuelsen legði KÍ á odda 3-2, fýra minuttir seinni javnaði Petur Frank Holm til 3-3, og tríggjar minuttir seinni skoraði John Herman Fuglø 4-3 sigursmálið og var fyri fyrstu ferð tvífaldur málskjútti í næstbestu deildini.