Tað var Landsgrannskoðanin, sum hevði atgongd til skipanirnar hjá Almannaverkinum

Í gjár bórust tíðindini um, at Almannaverkið hevði loyvt einum øðrum almennum myndugleika beinleiðis atgongd til KT-skipanirnar hjá Almannaverkinum, og at Almannaverkið hevði fingið kravboð um at beinleiðis atgongdin skuldi steðgast. Tað var Landsgrannskoðanin, sum hevði atgongd til skipanirnar hjá Almannaverkinum

Tíðindaskriv
15. oktober 2021 kl. 12:01

Tíðindini kendust ófrættakend fyri bæði starvsfólk og viðskiftafólk hjá Almannaverkinum, serliga tí at Dátueftirlitið ikki vildi siga, hvønn myndugleika talan var um. Hetta kann elva til gitingar og iva um trygdina í skipanunum hjá Almannaverkinum.

Tískil vil Almannaverkið alment boða frá, at Landsgrannskoðanin í sambandi við sítt grannskoðanarvirksemi í 2010, bað um atgongd til skipanirnar hjá Almannaverkinum. Áðrenn hendan atgongd varð játtað, vendi Almannaverkið sær til Dátueftirlitið fyri at fáa viðmerkingar til umbønina.

Dátueftirlitið staðfesti í niðurstøðu 24. juni 2010, at heimildin hjá Landsgrannskoðanini at krevja upplýsingar var breið, og at Almannaverkið mátti meta um heimildin í løgtingslóg fyri grannskoðan var nøktandi fyri at játta umbønini. Málið varð eisini lagt fyri Dáturáðið, sum ikki metti, at online atgongd var í stríð við lógina.

Almannaverkið leggur alstóran dent á trygdina í okkara KT-skipanum og á at verja allar  persónsupplýsingar, sum Almannaverkið umsitur.

Almannaverkið hevur alt fyri eitt fylgt nýggju boðunum frá Dátueftirlitinum um at stongja fyri atgongdini hjá Landsgrannskoðanini.

Landsgrannskoðanin er ein óheftur stovnur undir Løgtinginum.

Landsgrannskoðanin ansar eftir, at landsroknskapurin er rættur, at roknskapar- og eftirlitsskipanir eru tryggar, at peningurin er brúktur samsvarandi galdandi játtanum, lógum og fyriskipanum, og at umsitingin er sparin og virkin.

Landsgrannskoðanin stuðlar løgtingsgrannskoðarunum í arbeiði teirra.