Tað var einki í fráboðaða málinum um harðskap

Løgreglan hevur slept málinum, tí einki er í tí

Áki Bertholdsen
9. august 2024 kl. 11:32

Fyri næstan einum mánað síðani varð ein tilburður um harðskap í Klaksvík meldaður til løgregluna.

Løgreglan hevur kannað málið, men síðani er tað slept, tí tey siga, at talan er um eina misskiljing.

Tey hava kannað myndir frá vakmyndatólum har harðskapurin skal vera framdur, men har er eingin harðskapur farin fram.

Løgreglan hevur ikki fleiri viðmerkingar til málið enn at talan er um eina miskiljing og at málið sostatt er lokað.