Frá fríggjadegnum 12. juli, til í gjár, mikudagin 17. juli, var amerikanski kavbáturin, USS Albany, í Føroyum, her hann lá við bryggju á Oyrareingjum.
Arbeiðs- og Brunaeeftirlitið sigur, at tey høvdu eftirlit við kavbátinum alla tíðina hann var her,
USS Albany er kjarnorkurikin kavbátur í Los Angeles klassanum við einari framleiðslumegi á 165 MW - fyri at fáa alt tað tekniska við eisini. Eini 110 fólk eru við bátinum.
Í sambandi við at talan er um ein kjarnorkukavbát, vað ein serlig tilbúgving sett í verk og hana samstarvaðu Arbeiðs- og brunaeftirlitið, og Vørn,um.
Tá ið USS ALbany kom inn í føroyskan sjógv, tók Vørn tók ímóti honum við vaktar- og bjargingarskipinum, Tjaldrinum og Tjaldrið fylgdi honum inn til havnina á Oyrareingjum.
Undir vitjanini á Oyrareingjum lá Tjaldrið á Kollafirði. Tá vitjanin var liðug, fylgdi Tjaldrið USS Albany út aftur, út um føroyska sjómarkið.s
Arbeiðs- og brunaeftirlitið, sigur, at tey høvdu støðugt eftirlit við geisling, meðan USS Albany var innan fyri føroyskt sjómark og ímeðan hann lá við bryggju á Oyrareingjum.
Eftirlitið bleiv gjørt við mátiútgerð á havnini á Oyrareingjum og har rundan um. Eftirlitið fevndi um dagligar mátitúrar við serútgjørdum geislamátibili, umframt at Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevði starvsfólk við geislamátiútgerð umborð á Tjaldrinum undir sigling.
Í samstarvið við Heilsufrøðiligu starvsstovuna og Vørn vóru regluligar vatnroyndir somuleiðis tiknar í firðinum.
Arbeiðs-og Brunaeftirlitið sigur stutt og greirr, at ongin geisling bleiv staðfest í sambandi við vitjanina hjá USS Albany, og sostatt var heldur eingin vandi á ferð.