Marius Ziska hevur útgivið fyrsta staklagið av komandi plátuni, sum ætlandi kemur út seinni í ár. Tað eitur "Síggja av nýggjum" og snýr seg onkursvegna um at enduruppfinna seg sjálvan og at lækka menniskjansligu verjugarðarnar.
– Onkuntíð skal mann vera opin og taka ímóti hjálp frá øðrum. Mann er ikki altíð klókast sjálvur. Lagið merkir nógv fyri meg, eg kann saktans seta meg inn í støðuna. Tað eru vit helst fleiri, sum kunnu, sigur Hans Marius Ziska.
Tann navnleysa
Komandi plátan verður fjórða heildarútgávan, sum kemur út undir navninum Marius Ziska eftir ávikavist Recreation (2013), Home (2015) og Portur (2018). Hon er ikki heilt liðug enn, og heitið er ikki avgjørt, men Hans Marius greiðir frá, at hon fær størri mótsetningar enn tær undanfarnu.
– Vit mangla enn at innspæla ein part av plátuni, men eg haldi, at hon fer at bróta frá hinum í dynamikki, hon verður myrkari og ljósari, stillari og villari, meira svørt og hvít.
Eitt sindur klikkað
Hans Marius Ziska gjørdi fyrst eina demo útgávu av "Síggja av nýggjum", og tað upprunaliga hugskotið líkist sera nógv endaliga lagnum, sum hann framleiddi saman við Mikael Blak og Heðin Ziska Davidsen. Tað fer eitt sermekt skifti fram mitt í lagnum, og tað kom óvart á søldfirðingin við tí kláru røddini, at tað faktist riggaði.
– Tankin var, at tað skuldi vera heilt akustiskt og so fara fullkomiliga synthwave, ein eitt sindur klikkað demo idé, sum eg so bara valdi at fullføra. Eg hevði ikki ordiliga roknað við, at tað fór at rigga, men eg bleiv góður við lagið og valdi at hava tað við á plátuni.
Sveimandi strúkarar
Tað eyðkennir lagið, at navnframi Rob Moose hevur lagt til rættis eina flotta útseting við strúkarum, sum samspæla væl við tey akustisku og elektronisku ljóðførini í lagnum. Moose hevur m.a. samstarvað við Sufjan Stevens, Bon Iver, Paul Simon og Taylor Swift.
– Vit settu okkum í samband við Rob, og hann spurdi, um hann kundi hoyra tónleikin. Tá hann hevði lurtað, segði hann ja, og hann fekk púra fríar teymar. Tað ljóðaði genialt beinanvegin, greiðir Hans Marius frá.
Tónleikararnir á lagnum eru Hans Marius Ziska, Heðin Ziska Davidsen, Mikael Blak, Magnus Johannesen, Brandur Jacobsen, Allan Tausen og Rob Moose. Fleiri av teimum vera við í manningini í seinni í kvøld, leygarkvøld, tá Marius Ziska spælir í Reinsarínum í Havn. Atgongumerki fáast her.