Tað var bæði vónbrot og vánir fyri góðum sunnukvøldi

Avrikið ímóti Armenia í kvøld vísti, at kappingin um pláss millum teir fyrstu ellivu er størri, enn hon leingi hevur

Jóannes Hansen
10. oktober 2024 kl. 23:06

Tað endaði 2-2, tá ið Føroyar í kvøld høvdu vitjan av Armenia í Nations League kappingini. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at Føroyar og Armenia spældu landsdyst í fótbólti.

Úrslitið var vónbrot fyri føroyingarnar, tí tá ið innskifti Jóannes Bjartalíð fimm minuttir undan leikloki og eftir fínt einmansavrik skoraði til 2-1, vóru Føroyar á sigurskós. Fyrr í dystinum gekk tað í langar løtur fyri seg eftir treytunum hjá gestunum, men síðsta hálva tíman høvdu heimamenninir av álvara fatur í rætta endanum.

Brandur H. Olsen, Jóannes Bjartalíð og Petur Knudsen vórðu skiftir inn, tá ið ein hálvur tími var eftir, og teir tríggir vóru av álvara vit til at seta skikk á spælið.

Innskifti Adrian Justinussen royndi seg við góðum fluktara úr spískum í vinstru eftir fínt innlegg frá Brandi Hendriksso Olsen í høgru og Jann J. Benjaminsen royndi seg við fínum langskoti, men í báðum førum bjargaði málverjin.

Átta minuttir undan steðgin var tað Jann J. Benjaminsen, sum í sínum fjórða landsdysti fyri fyrstu ferð var málskjútti, tá ið hann av brotsteigarmarkinum í høgru og við fínum fluktskoti sendi bóltin flatt inn við nærra stólpa.

Men Armenia javnaði ein minutt undan steðginum við góðum frísparki til 1-1, og í síðstu sekundunum javnaði Armenia til 2-2 úr heilt spískum í vinstru.

Sunnukvøldið fara Føroyar at spæla á heimavølli ímóti Lettlandi, sum í kvøld tapti 3-0 á heimavølli ímóti Norðurmakedonia. Føroyar hava fyrr í ár tapt tvær ferðir ímóti Lettlandi. Úrslitið sunnukvøldið verður avgerandi fyri, um Føroyar skulu halda fram í deild C í Nations League, ella um talan verður um niðurflyting í deild D.

Tað kann væl vera, at tað ikki vera teir somu ellivu, ið sunnukvøldið vera við frá fyrsta bríksli, og sum vóru millum teir fyrstu ellivu í kvøld.

Millum teir, sum í kvøld vóru rættiliga eyðsýndir, vóru miðverjarnir Odmar Færø og serliga Andrias Edmundsson og so innskiftu spælararnir.

Føroyar – Armenia 2-2 (1-1)

1-0: Jann J. Benjaminsen

1-1: Zelarayán 44.

2-1: Jóannes Bjartalíð 85.

2-2: Manvelyan 93.

Dómarakvartett úr Ukraina: Oleksii Derevinskyi, Semen Shlonchak, Viktor Matyash og Vitaliy Romanov (4. dómari)

Føroyar: Bárður á Reynatrøð – Jann J. Benjaminsen, Odmar Færø, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen – Hannes Agnarsson (Jóannes Bjartalíð, 61.), Hanus Sørensen (René Shaki Joensen, 82.), Gunnar Vatnhamar, Sølvi Vatnhamar (Brandur Hendriksson Olsen, 61.), Meinhard E. Olsen (Adrian Justinussen, 70.) – Jóan Símun Edmundsson (Petur Knudsen, 61.)

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Teitur Matras Gestsson, Mattias Heðinsson Lamhauge, Jóannes Kalsø Danielsen, Daniel Johansen, Arnbjørn Svensson, Sonni Ragnar Nattestad, Klæmint Andrasson Olsen

Gult kort: Andrias Edmundsson

Venjari: Håkan Ericson

Hjálparvenjari: Eli Hentze