Valstríðið upp undir fólkaatkvøðuna um at leggja Hvalbiar Kommunu, og Tvøroyrar kommunu, saman, var bæði skitið og tvitið.
Tað heldur Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, nú nú býráðið umrøddi úrslitið av fólkaatkvøðuni 15. juni um at leggja saman við Tvøroyri.
Stórur meiriluti er á Tvøroyri fyri samanlegging, men í Hvalbiar Kommunu, er meirilutin ímóti.
Hetta er bara tann seinasta av fleiri fólkaatkvøðum á á Tvøroyri um kommunusamanlegging, og tað hevur verið stórur meiriluti fyri tí hvørja ferð.
Men nú eisini hendan royndin miseydnaðist, halda tey í býráðnum, at nú er nokk við fólkaatkvøðum um samanlegging. Býráðslimir hava eisini tosað við veljarar, sum hava gjørt greitt, at nú er slutt við fólkaatkvøðum um samanlegging.
– Nú eru tvørafólk farin at troyttast av fólkaatkvøðum um samanlegging, so nú verður ikki í bræði, at tað verður fólkaatkvøða aftur á Tvøroyri um samanlegging, halda tey.
Samstundis gjørdi borgarstjórin greitt, at hesumegin kommunuvalið í novembur, verður ikki meiri gjørt við kommunusamanlegging og Tvøroyrar Býráð hevur eisini samtykt at taka úrslitið til eftirtektar.
Hvat talan kann verða um eftir valið, er ein onnur søga. Í hesum sambandi mælti borgarstjórin til, at vilja aðrar kommunur leggja saman við Tvøroyri, skal Tvøroyrar býráð verða opið fyri eini samanlegging. Men tað verður uttan at hava eina fólkaatkvøðu afturat - og tað varð einmælt samtykt í býráðnum.
Annars helt borgarstjórin fyri, at valstríðið upp undir fólkaatkvøðuna 15. juni, var bæði skitið og tvitið ímóti býráðslimum á Tvøroyri.
Hann sigur, at býráðslimir á Tvøroyri hava verið lýstir, sum klændrivætti, men tað kennur hann ikki aftur.
Tann 28. septembur fóru burtur frá skipanini við samgongu og andstøðu, í Tvøroyrar Býráði, tí tá tók alt býráðið seg saman í ein felags valbólk.
Borgarstjórin sigur, at eyðvitað eru tað mál, tey eru ósamd um, men veruleikin tann tann, at tey mál, sum eru samtykt í býráðnum, eru einmælt samtykt.
– Lýsingin at vit eru so ósamd, er ikki í samsvari við veruleikan, heldur Jónleyg Bech, býráðslimir og aðrir býráðslimir søgdu, at teir góvust bara at lesa sosialar miðlar undir valstríðnum.
Ein arbeiðsbólkur við fakfólkum hevur lýst fyrimunir og vansar við at leggja kommunur saman og býráðslimir á Tvøroyri halda, at hóast samanleggingin varð av ongum, er arbeiðið als ikki burturspilt, tí har er nógv, tey kunnu arbeiða víðari við.