Tað var álop fyri allar pengarnar

Kvinnuhondbóltur hálvfinala: Hóast Stjørnan av álvara njóðaði favorittunum av, so vann H71 tepran sigur í fyrstu og øgiliga spennandi hálvfinaluni

Sonja Sirdal á Bergi var annar av toppskjúttunum hjá Stjørnuni. Mynd: Oliver Joensen/nordlysid.fo
Jóannes Hansen
19. apríl 2023 kl. 21:27

Leygarkvøldið hittast H71 og Stjørnan í Hoyvíkshøllini. Tá kann tað vera, at tað verður avgjørt, at H71 verður annað av liðunum í FM finaluni. Soleiðis verður tað, um H71 vinnur og harvið tryggjar sær 2-0 leiðslu í hálvfinaluni, har tað verður spælt best av trimum.

Í kvøld var fyrsta finalan í Klaksvík, har tað var framúr undirhaldandi og spennandi. H71 vann 36 – 35, eftir at hálvleiksstøðan var 20 – 20.

H71 kvinnurnar hava ongan dyst tapt ímóti føroyskum liði í ár, og tí var H71 stórfavorittur at vinna.

H71 vann, men tað leyp mest sum einki av.

Álopsspælið var ikki so sannførandi, men tað var undirhaldandi, tí álopsspælið var treytaleyst, og tað siga máltølini.

Fyrra hálva tíman vórðu 40 mál skorað – 20 í part.

Stjørnan var frammanfyri mesta partin av fyrra hálvleiki. Jana Mittún hjá H71 var mansuppdekkað mest sum alla tíðina, og í álopsspælinum hjá Stjørnuni var landsliðsspælarin Sonja Sirdal á Bergi sera eyðsýnd. Fótskiftið var fínt, og ferð eftir ferð megnaði hon at smoyggja sær ígjøgnum av bakkinum í høgru. Fyrstu 20 minuttirnar skoraði hon seks mál, og tí kom tað ógvuliga dátt við hjá Stjørnuni, tá ið Sonja noyddist skadd av vøllinum og ikki sást aftur fyrr enn eftir steðgin.

Hesa løtuna hevði Ditte Sørensen í heimamálinum fleiri fínar bjargingar, og tað bar við sær, at Stjørnan smáar tíggju minuttir undan steðginum var frammanfyri við trimum málum.

At Sonja ikki var á vøllinum bar við sær, at álopsspælið ikki hevði sama brodd, og Iuliia Nalivko eisini noyddist skadd av vøllinum, svaraði H71 aftur og javnaði til  20 – 20.

Eftir steðgin vóru bæði Sonja og Iuliia aftur á vøllinum, men tá rann H71 leingi av álvara undan. Maria H. Weyhe við góða bólteyganum og vandamiklu og ofta lumpisligu skotunum var toppskjútti við sjey málium, Lukka Arge skoraði seks mál, og Anna Elisabeth Weyhe og Jana Mittún skoraðu fimm mál.

Miðskeiðis í seinna hálvleiki var H71 frammanfyri við seks málum, men Stjørnan fótaði sær aftur, og tá ið síðsta bríksl ljóðaði, var munurin bara eitt mál – 35 – 36.

Hjá Stjørnuni vóru Iuliia Nalivko og Sonja Sirdal á Bergi toppskjúttar við átta málum, Tóra Eliasen skoraði sjey mál og Jancy Jógvansdóttir Poulsen skoraði fimm mál.

Dómaraseðilin

https://files.hsf.fo/matches/reports/igUZH12nEMthu2QDtmel.pdf