Tað hevur verið heilt fitt av fólki í býnum í nátt og løgreglan hevur havt eitt sindur av arbeiði av at hjálpa fólki, sum vóru so drukkin, at tey kláraðu seg ikki sjálvi.
Men klokkan fýra í nátt, tá ið skeinkistøðini lukkaðu, varð bardagi uttan fyri eitt av skeinkistøðunum í Havn. Løgreglan sigur, at í hesum sambandi fekk ein maður 3.000 krónur í bót fyri at bróta skilhaldsreglurnar.
Løgreglan sigur, at nakað, tey sum heild hava nógv arbeiði av, er at vera um sálarsjúk fólk, sum ringja at biðja um hjálp, ella bara at práta og biðja um ráð.
Í vár gjørdu heilsumyndugleikarnir annars nógv gjørt burtur úr, at nú kundu eisini fólk við sálarligum trupulleikum, ringja til læknavaktina um kvøldið og um náttina uttan fyri vanliga lækna-viðtalutíð.
Hetta skuldi vera ein tænasta til fólk, sum brádliga gerast álvarsliga illa fyri sálarliga, tí nú kundu tey ringja til læknavaktina fyri at sleppa at tosa við, ella hitta heilsustarvsfólk, sum serliga taka sær av slíkum trupulleikum.
Men her er í øllum førum okkurt, sum ikki riggar eftir ætlan, tí løgreglan sigur, at tað er javnan, at sálarsjúk fólk ringja til tey.
Í nátt var talan um eitt og sama fólk, sum ringdi tríggjar ferðir til løgregluna við sálarligum trupulleikum. Síðstu nátt ringdi hetta sama fólkið eisini til løgregluna tvær ferðir.
Løgreglan sigur, at tey brúka nógva tíð upp á at sissa hesi fólkini og at tosa tey til sættis.