Her fært tú ein brellbita (innleiðingina) úr spennandi grein um læknastríðið, sum søgufrøðingurin Hans Andrias Sølvará hevur skrivað til Dimmalætting hesa vikuna:
Leingi hevur læknastríðið, sum óivað man vera tað tættasta føroyingar nakrantíð hava verið einum borgarakríggi, verið dult og lítið viðgjørt. Tá tað hevur verið viðgjørt, so hevur tað onkuntíð verið einsíðugt. Í hesi grein skal ein roynd vera gjørd at lýsa hetta ótespiliga, fløkta og enn aktuella stríð.
Í stuttum er gongdin í málinum hendan. Í 1951 varð danski læknin Olaf Halvorsen konstitueraður sum lækni á Klaksvíkar sjúkrahúsi, eftir at læknin, sum hevði verið har, brádliga fór úr starvinum.
Tá starvið varð endaliga sett á fundi í sjúkrahússtýrinum 16. desember 1952, vóru fýra umsøkjarar til starvið. Stýrið valdi at seta Eivind Rubek Nielsen í starvið. Hendan læknasetanin hevði við sær, at norðoyingar fóru undir at savna undirskriftir inn til frama fyri einum skrivi til myndugleikarnar, har heitt varð á teir um at seta Olaf Halvorsen í læknastarvið. Í januar 1953 vórðu 2334 undirskriftir frá borgarum í Norðuroyggjum og í Leirvík saman við áheitanini handaðar myndugleikunum í Havn.
Tá fleiri áheitanir og semingsroyndir ikki góvu nakað úrslit herdist stríðið, og hvørki tann lógliga setti læknin, Eivind Rubek Nielsen, ella landsins myndugleikar sluppu á land í Klaksvík. Hinvegin var Olaf Halvorsen, sum varð løntur av norðoyingum, verandi í sjúkrahúslæknastarvinum til fyrst í mai í 1955.
Eftir at Halvorsen varð farin, birtist veruligur ófriður. Donsk herskip við stórum politistaliðum komu til Klaksvíkar, har skot vóru latin av, bumbur sprongdust og fólk vórðu løgd inn á sjúkrahúsið. Tað eydnaðist at fáa frið aftur í Klaksvík, nógv fólk fingu dóm, men tey kensluligu sárini vóru tey truplastu at lekja. Tað er týðiligt enn í dag, at kenslurnar framvegis eru sera sterkar og sjónarmiðini eru ymisk.
Men hvussu kundi hetta bera til í eini at síggja til friðarligari bygd í einum friðarligum Føroyum?
Dimma+ haldarar kunnu lesa alla greinina hjá Hans Andriasi Sølvará HER og hon er eisini prentað í nýggjasta blaðnum.