Tað snýr seg um fólkatalsfrøði

Henda sjónvarpshólmgongan var munandi meiri siðilig enn tær báðar undanfarnu, uttan tó at vera siðilig í vanligum týdningi

Jógvan Svabo Samuelsen
29. juli 2016 kl. 11:29

Triðja og seinasta sjónvarpshólmgongan millum Hillary Clinton og Donald J. Trump var mikukvøldið 19. oktober. Henda sjónvarpshólmgongan var munandi meiri siðilig enn tær báðar undanfarnu, uttan tó endiliga at vera siðilig í vanligum týdningi. Kanska er tað líka nógv tann sannroynd, at tað vísir seg at vera trupult hjá Donaldi Trump at framvegis megna at skelka áhoyraran. Skelkingin og øsingin bleiv tískil hesuferð, at Trump kallaði Hillary fyri ”nasty woman”, umframt at hann sáddi iva um, um hann nú fór at góðtaka endaliga valúrslitið. Ella sum hann segði sjálvur: “Jú, eg góðtaki valúrslitið... um eg vinni.” Slíkar útsagnir frá Trump kunnu tó neyvan longur kallast skelkandi.

Hóast meiningakanning hjá CNN/ORC eftir orrustuna vísti, at hyggjararnir aftur mettu at Donald Trump var við undirlutan, so var tó framgongd at hóma hjá honum. Hyggjararnir mettu, at úrslitið bleiv 52%-39% til Hillary Clinton eftir triðju sjónvarpshólmgonguna.

Hetta er ein framgongd í mun til tær báðar fyrru sjónvarpshólmgongurnar. Fyrsta sjónvarpshólmgongan bleiv mett 62%-27% til Hillary, og næsta sjónvarpshólmgongan bleiv mett til 57%-34% til Hillary. So hóast støðugu framgongd hjá Donaldi, so bleiv tað tó ein greiður 3-0 sigur til Hillary. Frá nú av og til valdagin 8. november vilja tey so hvør í sínum lagi reka valstríð, og koma ikki at vera í sami rúmi saman aftur – í øllum førum ikki við góðum!

Vakurleikakapping ella taktikkur?
Tað verður oftani havt á lofti, at forsetavalið í USA ikki er ein vakurleikakapping, men at tað snýr seg um at duga at telja upp í 270 valmenn. Her verður ikki meint við, at sjálvur forsetavalevnisdysturin ikki altíð er so vakur – ja, hann hevur neyvan nakrantíð verið ljótari enn júst nú – men hetta skal skiljast soleiðis, at tað snýr seg ikki um at fáa flestar atkvøður frá veljaranum, men um at fáa flestar valmenn – 270 ella fleiri. So tað snýr seg ikki endiliga um, at síggja best út framman fyri veljarafjøldini, men tað snýr seg heldur um, at tekkjast tí røttuveljarafjøldini. Tað snýr seg um demografi – um fólkatalsfrøði.

Longu 2. mai í ár hevði blaðið The Washington Post grein, har teir vístu á, at Republikanarnir hava stórar trupulleikar, tá tað kemur til demografiina – til fólkatalsfrøðina. Og sum teir skrivaðu tá, so hevur hesin fólkatalsfrøðiligi trupulleikin einki ítøkiligt við Donald Trump at gera. Nei, trupulleikin hevur verið ávegis í longri tíð, ja í nógv ár eftir hondini. 2. mai var tó heldur ikki avgjørt, at tað bleiv Trump, sum skuldi dystast vegna Republikanarnar um forsetavalevnisessin, hóast ábendingarnar longu tá vóru rímiliga greiðar.

The Wasington Post vísti í greinini á, at til seinastu seks forsetavalini eru tað 19 statir, sum Demokratarnir hava vunnið hvørja ferð. Hesir 19 statir telja tilsaman 242 valmenn – 28 valmenn færri enn tryggur sigur, sum er 270 valmenn. Hetta merkir samstundis, at um Hillary megnar at halda stand nú í november, so skal hon bert vinna Florida afturat fyri at gerast forseti. Florida hevur nevniliga 29 valmenn. So sjálvt um Repulikanski mótstøðumaðurin ikki var Trump, men kanska ein meiri siðbundin sum republikanari sum Jeb Bush, Ted Cruz ella Marco Rubio, so hevði viðkomandi framvegis havt ein ógvuliga truplan valdyst framman fyri sær.

Valskipan og valdømi
Forsetavalið í USA verður ikki rikið líka dúgliga í øllum statum í USA. Í teimum flestu statunum er tað faktisk so, at forsetavalið er ógvuliga friðarligt. Valskipanin er soleiðis uppbygd, at USA er deilt upp í 51 valdømir – teir 50 statirnir og so høvuðsstaðurin Washington DC. Hvørt valdømi hevur eitt ávíst tal av valmonnum, og tann sum fær flestar atkvøður í einum valdømi, vinnur allar valmenninar í hesum valdømi. Íalt eru 538 valmenn, so ein skal vinna 270 valmenn fyri at gerast forseti.

Hetta hevur viðført tað, at valdømini eru blivin deild upp í fimm bólkar. Henda uppdeiling er púra  óalmenn – hon stendur ikki í nakrari lóg – men hon er ógvuliga verulig fyri tað. Uppdeilingin er soleiðis: Trygt Demokratiskt valdømi – Hellir til Demokratarnar – Í spæl hjá báðum flokkum – Hellir til Republikanarnar – Trygt Republikanst valdømi. Tey valdømi, sum verða mett sum trygg hjá øðrum av flokkunum, har verður lítið og einki valstríð rikið. Ja, har varnast tey nærum ikki, at forsetaval er. Tað eru hinir tríggir bólkarnir av valdømum, sum fara avstað við øllum uppmerkseminum.

Sveiggjarastatirnir
Teir statir – tey valdømi – har mett verður, at tað er gjørligt at ávirka veljarafjøldina so mikið, at hon kann skifta frá einum flokki til hin, verða nevndir ”swing states” ella sveiggjarastatir. Og tað er í hesum sveiggjarastatum, at veruliga forsetavalið stendur og fellur. Í politikki loysir tað seg oftani best at vera eitt sindur ótrúgvur. Og tað eru eisini hesir minnu trúgvu veljararnir, sum hava nærum alla ávirkanina á, hvat forsetavalið kemur at snúgva seg um. Tær eru jú hesir minni trúgva veljararnir, sum skulu vinnast, fyri at sjálvt valið kann vinnast. Júst hvørjir statir verða mettir at vera sveiggjarastatir, skiftir eitt sindur frá vali til val, tó ikki so nógv hvørjaferð.

Til forsetavalið hesaferð eru tað 11 statir, sum Politico.com metir sveiggjarastatir. Teir eru Colorado, Florida, Iowa, Michigan, Nevada, New Hampshire, North Carolina, Ohio, Pennsylvania, Virginia og Wisconsin. Heimasíðan Politico.com hevur eisini yvirlit, sum telur saman allar tær almennu veljarakanningarnar úr hesum statum. Av hesum 11 sveiggjarastatum er Hillary á odda í teimum níggju, meðan Donald Trump bert er á odda í tveimum – í Ohio og í Iowa. Hesir báðir statirnir hava eisini 26 valmenn íalt, meðan hinir níggju hjá Hillary hava 122 valmenn íalt. Vektaða miðaltalið yvir hesar 11 statir er 46,4% til Hillary Clinton og 41,6% til Donald Trump. So støðan hjá Trump er ógvuliga trupul.

Tað snýr seg um fólkatalsfrøði
Fara vit longri niður í tølini í sveiggjarastatunum, so kunnu tey aftur deilast upp í fleiri undirbólkar. Hetta so at valevnini betur skulu vita, hvussu tey skulu tillaga sín politiska boðskap júst har. Yvirskipaðu bólkarnir eru rasa, útbúgving, kyn og aldur. Tað eru ógvuliga áhugaverd tøl sum finnast har, og siga tey eina søgu sum stingur nógv djúpri, enn bert eitt forsetaval. Tey vísa tey sonnu symptomini sum samfelagið USA hevur at dragast við. Niðanfyri eru tølini sum tey fullu til seinasta forsetaval í 2012, tá dysturin var millum sitandi forseta Barack Obama og Republikanaran Mitt Romney.

Hyggja vit fyrst eftir rasubólkinum so síggja vit, at 60% av teimum hvítu veljarunum hella til Republikanararnar. Hetta meðan 94% av teimum littu veljarunum, 72% av latínamerikonsku veljarunum og 68% av asiatisku veljarunum eru trúfastir Demokratar. Hesi tøl kunnu nokk væntast at gerast hægri hesaferð, bæði til Trump og til Hillary. Hyggja vit síðani eftir útbúgvingbólkinum, so síggja vit, at tey hvítu uttan hægri útbúgving eru 63% trúgvir Republikanarar. Tey hvítu við hægri útbúgving hella 57% til Republikanararnar. Meðan tey sum ikki eru hvít, og sum ikki hava hægri útbúgving, har eru heili 82% trúgvir Demokratar.

Tá tað kemur til kynini, so eru tað menninir sum hella mest til Republikanararnar við 54%, meðan kvinnurnar hella mest til Demokratarnar við 56%. Hetta tal kann eisini væntast at verða hægri hesaferð, nú Trump hevur lagt seg út við stóran part av kvinnunum, og eisini tí, at hetta er fyrstu ferð at ein kvinna er forsetavalevni hjá einum av teimum stóru flokkunum. Til seinast er tað aldurssamansetingin. 62% av teimum ungu – tey millum 18-29 ár – eru trúgvir Demokratar, meðan 56% av teimum eldru, tey yvir 65 ár, hella mest til Repulikanarnar. Hjá teimum miðaldrandi – tey millum 30-64 ár – eru atkvøðurnar deildar nøkulunda javnt. 

Hvør verður næsti forsetin?
Hvat siga so hesi tøl omanfyri um komandi val? Vit kunnu byrja við at staðfesta, at tað er trupult at spáa, serliga um framtíðina. Umframt at fleiri metingar eru gjørdar um, hvussu hesi tøl omanfyri vilja broytast til hetta val, so er tað minst líka týdningarmikið at finna útav, hvussu stór valluttøkan í teimum ymsu fólkatalsbólkunum verður. Hvussu nógv møta upp at atkvøða tá avtornar. Valluttøkan í USA er ógvuliga lág, umleið 55% til seinasta forsetaval.

Eg havi tó ikki funnið nakra veljarakanning, sum spáar Donald Trump at vinna forsetavalið. Hvørki tá tað kemur til atkvøðutal um alt USA, ella tá tað kemur til valmenninar, sum eru teir, sum avgera valið. Flestu leiðandi Republikanarar hava eisini langt síðani givið upp til hetta forsetavalið. Teir biðja bara til, at ikki øll Kongressin eisini rýkur í svinginum. Tað kemur eisini meiri enn so fyri, at Donald Trump sjálvur tosar um “tá vit tapa” valið. Og Hillary, hon sigur bert einki. Og tað er nokk eisini skilabesti taktikkurin í løtuni.