Tað skal verða lættari at verða foreldur í Hvalba og í Sandvík

Næsta ár fáa barnafamiljur fleiri fíggjarligar ágóðar

Áki Bertholdsen
22. oktober 2024 kl. 09:27

Tað skal verða lættari at verða foreldur í Hvalbiar kommunu. Tað er í hvussu so tað, lagt verður upp til, nú bygdaráðið hevur lagt fíggjarætlanina fram fyri næsta ár.

Í Hvalbiar kommunu eru bygdirnar Hvalba og Sandvík.

Í Hvalbiar Kommunu er skattaprosentið 20,4 og barnafrádrátturin er 6.500 krónur. Men næsta ár er ætlanin at lækka skattaprosentið 0,45 prosent, niður í 19,95 prosent.

Eftir at brimgarðurin fekk stóran skaða í ódnarveðri í 2020, gjørdi bygdaráðið av at hækka skattin eitt prosent fyri at hava ráð at gera skaðan aftur.

Men endamálið var alla tíðina at lækka skattin aftur niður í umleið 19,75, sum tað var áðrenn skaðin hendi. 

Skattaprosentið er lækkað í nøkrum umførum, og næsta ár er so ætlanin at lækka tað eitt vet afturat, niður í 19,95 prosent. 

Samstundis er ætlanin at hækka barnafrádráttin 1.500 krónur um árið fyri hvørt barn, so at hann verður 8.000 krónur. 

Og harafturat er endamálið, at øll børn í kommununi undir 18 ár, skulu fáa eitt frítíðarkort, upp á 2.000 krónur sum tey kinnu brúka til limagjald í ymsum frítíðarfelagsskapum.

Og at enda verða pengar játtaðar til 10 tímar um vikuna til eitt fólk at samskipa ungdómsvirksemið í kommununi.

Tilsamans fer hetta at kosta kommununi 925.000 krónur í lægri inntøkum, tí bara skattalækkingin kostar kommunukassanum einar 500.000 krónur.

Tann eini bygdaráðslimurin. Ronni Hammer, vildi hækka barnafrádráttin upp í 9.000 krónur, fyri at gera barnafráttin í Hvalba til ein tann størsta í landinum. Men hinir bygdaráðslimirnir hildu, at tað var ov stórt lop at hækka hann so nógv í einum høggi, so tað var bara hann, sum tók undir við tí.

Nú skal fíggjarætlanin so til viðgerar í býráðnum og undir viðgerðini kunnu ymsar broytingar verða gjørdar, áðrenn fíggjarætlanin verður endaliga samtykt.