Tað skal verða eitt lítið sindur bíligari at byggja og keypa hús

Tað er ikki nógv í tí stóru myndini, men tað er eitt stig tann rætta vegin

Áki Bertholdsen
12. august 2024 kl. 19:40

Tað skal gerast fíggjarliga betri møguligt at seta føtur undir egið borð. Tað halda tey í Fólkaflokkinum. Fyri at ganga eitt stig rætta vegin, fara tey nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um at lækka tinglýsingargjaldið.

 – Hækkandi bústaðarprísirnir hesi seinastu árini, hava gjørt tað torførari hjá fólki at seta føtur undir egið borð, siga tey í Fólkaflokkinum.

Tinglýsingargjaldið er eitt prosent, men nú halda tey í Fólkaflokkinum, at tað skal lækka niður á 0,5 prosent. Hetta skal gerast yvir tvey ár, og úrslitið verður, at gjaldið kemur niður á 0,5 prosent, ið er tað sama sum tað var í 2016.

– Tað merkir fyri ein, ið keypir eina ogn fyri 3,8 milliónir, sum var miðalprísurin fyri eini hús í Havn í fjør, sparir 19.000 krónur, sigur Fólkaflokkurin.

 – Vit eru væl greið yvir, at hetta ikki er nógv í stóru myndini. Tó eru vit sannførd um, at hetta er eitt stig rætta vegin fyri at lætta um hjá føroyingum, ið keypa fastogn, sigur Fólkaflokkurin.