Tað eigur framvegis at verða loyvt at brúke el-rennihjól í Føroyum - men tað skal vera undir serligum treytum. Tað halda tey í Ferðavinnufelagnum.
Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum, arbeiðir við einum uppskoti um broytingar í ferðslulógini, sum skal leggjast fyri Løgtingið. Ein partur av uppskotinum er at forbjóða el-rennihjólum, tí mett verður, at tey eru til stóran vanda fyri ferðslutrygdina.
Landsstýrismaðurin vísir á, at vit hava sera lítið av súkklubreytum og tí er tað ikki ráðiligt at koyra á El-rennihjólum, sum ikki eru serliga stútt, men sum koyra skjótt.
Men í Ferðavinnufelagnum halda tey, at landsstýrið átti heldur at lagt dent á at finna loysnir enn at seta forboð. Ein loysn kann vera at gera meiri burtur úr at kunna um, hvussu tað er at koyra á el-rennihjóli.
Men tað ber eisini til at seta reglur fyri, hvør kann sleppa at koyra á teimum, eins og tey siga, at tey hava gjørt í Íslandi, í London og í Danmark.
Tí halda vit, at trupulleikin kann loysast við at vit fáa fleiri súkklubreytir og at tað bara er loyvt at brúka El-rennihjól, sum eru leigað. Tað merkir, at privat el-rennihjól verða bannað.
Tað kann eisini verða eitt krav, at úttleigari teknar eina skaðatrygging og at tey, sum koyra á el-rennihjóli, skulu vera í hjálmi.
Aldursmarkið kann verða sett til 15 ár, so at tey, sum eru undir 15 ár, skulu fylgjast við vaksnum.
Hámarksferðin kann verða sett til 20 kilometrar um tíman og krav kann vera um, at tað bara er eitt fólk á einum rennihjóli.
Somuleiðis kunni krøv setast til ljós og at tann, sum koyrir, skal geva tekn, tá ið viðkomandi snarar, ella steðgar.
– Við hesum ber til at gera eina ábyrgdarfulla skipan fyri el-rennihjól í Føroyum, halda tey í Ferðavinnufelagnum.
– Tað er neyðugt at hyggja frameftir og at finna eina loysn, sum er við til at fremja flytføri og nýmenning, samstundir sum at trygdin verður varðveitt, halda tey.