Tað eigur at verða smidligari hjá fólki at brúka firmabilar til privata koyring. Tað heldur Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi.
Í gjár kunngjørdi Taks, at tey fóru í hernað ímóti teimum, sum koyra privata koyring við firmabilum, tí gera fólk tað, hava tey frían bil, og so skulu tey rinda skatt av koyringini.
Nú er tíðin aftur komin, at Taks fer á fótbóltsvøllir, møtir, ruskpláss og í barnagarðar at kanna, um onkur hevur gloymt, at tey koyra í firmabil, sum ikki kann nýtast til nakra privata nýtslu, sigur løgtingsmaðurin.
– Støðan í Føroyum er, at tað eru fleiri akfør enn tað eru koyrikort í landinum. Tað eru enntá fleiri akfør, enn tað eru persónar yvir 18 ár, sigur Eirikur í Jákupsstovu.
– Hetta hevur við sær, at nógvir bilar verða seldir, men spurningurin er, um tað er neyðugt at hava so nógvar bilar í okkara landi, tá iå vit hugsa um grøna orkuskiftið - og at størsti parturin av hesum bilunum standa stillir størsta partin av tíðini, leggur hann afturat.
Hann vísir á, at í øðrum londum eru skipanir, har firmabilar, í ein ávísan mun, kunnu nýtast til privata nýtslu, fyri eitt ávíst gjald.
Men hetta gjaldið er munandi lægri enn at keypa ein eyka bil. Sum skilst er skipanin í Føroyum soleiðis, at skal ein firmabilur nýtast til privata nýtslu, ber ikki til at gera tað partvíst, ella fyri ávís tíðarskeið. Tað skal vera fult og heilt, sigur løgtingsmaðurin.
Tí spyr hann nú Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, um hon er sinnað at kanna loysnirnar, sum eru í samfeløgum líknandi okkara, og at gjørt tað at eitt sindur smidligari í Føroyum.