Løgtingið eigur at seta sum treyt fyri at gera Suðuroyartunnilin, at Suðuroyggin verður løgd saman í eina kommunu.
Tað heldur Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgtingsmaður, landsstýrismaður og løgmaður.
Í Stjórnini á FM1 hendan dagin varð tosað um samferðslu og har helt hann, at Løgtingið gjørdi ein feil, tá ið tey ikki settu sum treyt fyri at gera Sandoyartunnilin, at øll Sandoyggin varð løgd saman.
Sum vit skrivaðu fyrr í gjár halda Jóannes Eidesgaard og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík, at sum støðan er nú, er stórur vandi fyri, at Sandoyggin verður syndrað.
Les meiri um tað her. https://www.dimma.fo/grein/nu-ma-sandoyggin-leggjast-saman-i-eina-kommunu
Og Jóannes Eidesgaard heldur ikki, at Løgtingið skal gera sama mistak í sambandi við Suðuroyartunnulin.
Tí heldur hann, at politikarar skulu seta sum treyt fyri at fara undir Suðuroyartunnilin, at øll oyggin verður løgd saman í eina kommunu.
Heðin Zakariasen er fyrrverandi løgtingsmaður og landsstýrismaður. Hann var eisini borgarstjóri í Sunda kommunu í fleiri ár og hann var eisini virkin í kommunupolitikki í Sundalagnum, tá ið seks kommunurnar í Sundalagnum, við 11 bygdum, løgdu saman í eina kommunu.
Og hann heldur, at nú hava sandoyingar fingið ein fantastiskan møguleika at leggja alla oynna saman í eina kommunu. Tá ið tað er hent, kann øll oyggin, sum ein eind, fara at tosa um samstarv úteftir við aðrar kommunur.
Hann sigur, at tað er eitt afturvendandi mistak, kommunustýrislimir gera, tá ið talan er um samanlegging. Og tað er at teir altíð spyrja: Hvat fáa vit burtur úr at leggja saman.
Hann heldur, at hetta er ein púra skeivur spurningur at seta, tí kommunur skulu leggja saman tí tað er betri fyri alt øki.
– Vit fáa einki burtur úr at leggja saman. Men leggja vit saman, kunnu vit skapa rættiliga nógv sjálvi, sigur hann.
– Er tað ikki við hesum hugburðinum, at kommunur verða lagdar saman, kemur einki burtur úr, leggur hann afturat.
Í Suðuroy bygja beint oman fyri 4.600 fólk og tað eru færri fólk enn í Hoyvík og í Klaksvík. Men Suðuroyggin er býtt sundur í sjey kommunur.