Næsta ár skal tað vera betri at vera barnafamilja á Tvøroyri. Tvøroyrar Býráð hevur samtykt fíggjarætlanina fyri næsta ár, og í tí sambandi er avgjørt, at barnafrádrátturin skal hækka.
Barnafrádrátturin er 7.000 krónur, men næsta ár hækkar hann 1.000 krónur og verður sostatt 8.000 krónur fyri hvørt barn undir 18 ár.
Sostatt er barnafrádrátturin ímillum teir hægstu í landinum. Harafturat fáa øll børn eitt frítíðarkort upp á 2.000 krónur, sum tey kunnu brúka til at melda seg inn í ítróttarfeløg, ella onnur feløg, sum hava við ítrótt, mentan, ella onnur frítíðarítriv.
Næsta ár verður skattaprosentið 20,9 prosent og tað er tað sama, sum í ár.
Næsta ár verða inntøkurnar mettar at verða 95,1 milliónir og tað eru 600.000 krónur meiri enn á fíggjarætlanini fyri í ár.
Men inntøkurnar av skatti verða 66,1, millión og tað er 800. 000 krónur minni enn í ár. Inntøkur av partafelagsskatti eru mettar at verða 2,5 milliónir og inntøkurnar av Fas og Dis, eru 4,6 milliónir.
Rakstrarútreiðslurnar verða 90,2 milliónir, sum eru 5,5 prosent meiri enn í ár. Størsti vøksturin stavar av øktum lønarútreiðslum.
Ætlanin er at gera íløgur fyri umleið 30 milliónir og tað er ein millión minni enn í ár. Íløgurnar vera fíggjaðar av rakstraravlopinum, innistandandi og lántøku.
Størstu íløgupostar eru skúlin, barnagarðurin og frítíðarskúlin, almenn spælipláss, led - gøtuljós LED. Á fíggjarætlanini eru 5,4 milliónir settar av til rentur og avdráttir, men ætlanin er at lána 23,5 milliónir til íløgur. Sostatt verður skuldin tilsamans 50,2 milliónir næsra ár, og tað er 68 prosent av eini álíkning.