Skatturin skal ikki longur hækka - púra av sær sjálvum. Tað halda tey í Fólkaflokkinum og tí fara tey nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um hetta.
Veruleikin er, at sum skipanin er nú, verða vit alsamt harðari skattað - alla tíðina - uttan at vita av tí.
Tað kemst av, at so hvørt, sum lønirnar hækka, flyta fólk eitt stig upp í talvuni yvir landsskatt og so hækkar skatturin. Orsøkin til tað er, at skattastigin verður ikki fluttur upp eftir, so hvørt sum lønirnar hækka.
Tað merkir, at Tað merkir, at skattaprosentið veksur stigvíst, tess meiri tú tjenar. Í talvuni niðan fyri sært tú landsskattatalvuna fyri í ár.
Fólkaflokkurin ásannar, at hesi seinastu árini hevur føroyski búskapurin havt stóra framgongd. Hetta hevur stóra ávirkan, tí í kjalarvørrinum á tí eru lønirnar hækkaðar nógv - og tað eru prísirnir eisini.
Serliga er tað prísvøksturin tvey tey seinastu árini, sum hevur gjørt fíggjarstøðuna hjá mongum ringa, sigur flokkurin.
Tey siga, at tað er ikki bara gott fyri fólk, at lønirnar hækka, tí tað kann eisini vera ein vansi. Og vansin er, at verður skattastigin ikki broyttur samsvarandi við lønarvøkstrinum, elvir tað til, at skattatrýstið verður størri.
Landsskattastigin hevur verið óbroyttir síðani 2016. Hetta hevur elvt til, at størri partur av lønini so líðandi er lyftur upp á hægri skattastig, og at sostatt eru alsamt harðari skattað.
Fólkaflokkurin sigur, at endamálið við uppskotinum, tey fara at leggja fyri Løgtingið, er at byrgja fyri hesum. Verður tað samtykt, verður løntakarin í góðari tíð frammanundan, at kunnaður um skattligu fortreytirnar fyri komandi árið, og harafturat ger tað skattastigan meira einfaldan.
Uppskotið snýr seg, at mørkini í landsskattastiganum fyri komandi ár verða hækka við sama prosenti, sum lønin hækkar.
Hetta skal gerast soleiðis, at hvørt ár skal landsstýrisfólkið í fíggjarmálum leggja uppskot fyri Løgtingið um at hækka skattastigan.
– Uppskotið skal leggjast fram tíðliga á árinum, tí verða fólk, í góðari tí, kunnað um skattligu fortreytirnar fyri komandi árið.
Ætlanin er, at skipanin fær virknað fyri skattaárið 2026 og frameftir.
– Henda skipan fer at byrgja fyri, at skattatrýstið fer at vaksa av sær sjálvum, eins og undanfarnu árini, har politiska skipanin hevur latið standa til heldur enn at laga skattastigan til lønarhækkingarnar, sigur Fólkaflokkurin.
Hetta er eitt mál, sum verið umrøtt nakrar ferðir í Løgtinginum og Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur eisini boðað frá, at hetta eitt mál, samgongan arbeiðir við. tá ið løgmaður helt røðu sína á ólavsøku, upplýsti hann, at tey ætla at leggja uppskot fyri Løgtingið í vár.