Núr er tað við at verða ein farin tíð, har tey sum keypa el-bil, fáa stóran fíggjarligum stuðili úr landskassanum. Tað sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
Fyri at fáa gongd á søluna av el-bilum, gjørdi Løgtingið fyri fleiri árum síðani, av, at tey, sum keypa el-bil, skuldu sleppa undan at rinda mvg og avgjøld, og tey skuldu eisini sleppa nógv bíligari í vegskatti. Sostatt rinda tey sum hava el-bil, bara 1.500 krónur um árið í vegskatti.
Miðflokkurin hevur fleiri ferðir reist málið í Løgtinginum, tí tey vilja hava, at el-bilar skulu rinda tað sama sum vanligar bilar. Og tað hevur Miðflokkurin aftur gjørt í dag, tí tey vilja hava at vita frá landsstýriskvinnuna, hvat ætlanin er.
Ruth Vang sigur, at tað stendur ovarliga á listanum at leggja uppskot fyri Løgtingið um, at el-bilar skulu rinda sama vegskatt sum bensinbilar og dieselbilar. Hon væntar at uppskotið verður lagt fyri Løgtingið í vár.
Ruth Vang sigur, at el-bilar eru slopnir undan avgjøldum fyri at eggja fólki at fáa el-bil, sum eru betri fyri umhvørvið.
Og hon ásannar, at hesar stuðuls-skipanirnar kunnu ikki halda fram í allar ævir, tí so hvørt sum talið á el-bilum veksur, fer inntøkan hjá landskassanum at minka meiri og meiri.
– Stuðulsskipanirnar hava tænt sínum endamáli og tí er stundin komin til at avtaka tær so líðandi, sigur hon.
Hon vísir eisini á, at el-bilar eru tungir og teor slíta vegin meiri enn vanligir bilar. Hinvegin fegnast hon um at síggja alsamt fleiri elbilar, tí tað er betri fyri umhvørvið.