Tað sær út til at tvey feløg úr Suðuroy fara at avloysa tvey feløg úr Eysturoy

1. DEILD: Spenningurin um niðurflyting og uppflyting verður svaraður í síðsta umfari

Í dag tryggjaði FC Suðuroy sær rættin í 2025 at spæla í bestu fótbóltsdeildini
Jóannes Hansen
19. oktober 2024 kl. 23:40

Í dag varð tað greitt, at FC Suðuroy í 2025 aftur fer at spæla í bestu deildini. Tað endaði málleyst, tá ið FC Suðuroy var á Argjum. Úrslitið ber við sær, at FC Suðuroy flytur upp, og at AB ikki hevur møguleika at flyta upp.

At TB vann 3-1 á heimavølli ímóti KÍ, og at B71 vann 7-0 á heimavølli ímóti HB ber við sær, at tað eru TB og B71, sum liggja best fyri í kappingini um at flyta upp saman við FC Suðuroy. TB hevur eitt stig fleiri enn B71, og harvið er TB favorittur at enda á bronsuplássinum og at vinna beinleiðis uppflyting.

Tað er longu greitt, at ÍF fer at flyta niður. Skála og B68 kappast um at sleppa undan níggjunda plássinum, sum B68 undan 26. umfari er á. Sum støðurnar í tveimum teimum ovastu deildunum síggja út í løtuni, so vera tað B68 ella Skála, sum fara at flyta niður saman við ÍF. Og avloysararnir vera tey bæði feløgini í Suðuroy – FC Suðuroy og TB.

Við 4-2 sigri í Runavík í dag tryggjaði næstbesta liðið hjá Víkingi sær gull í 1. deild. B36 hevur alt árið verið á heiðursmerkjaplássi. Í dag endaði tað 2-2, tá ið B36 hevði vitjan av FC Hoyvík. Nú er B36 á fimta plássi.

B71 vann 7-0 á heimavølli ímóti HB. Støðutalvan undan síðsta umfari sigur, at FC Suðuroy er flutt upp, og at hin uppflytarin verður TB ella B71.

Allir dystirnir í 27. umfari vera fríggjadagin 25. oktober klokkan 16.15.

 

NSÍ – Víkingur 2-4 (2-1)

1-0: Suni Hansen br 4.

1-1: Rani Hansen 6.

2-1: Meinhard Fríðálvur Janusarson 41.

2-2: Jákup Martin Jarnskor 59.

3-2: Jákup Martin Jarnskor 69.

4-2: Jósef Ólavsson 87.

 

B36 – FC Hoyvík 2-2 (0-2)

0-1: Rói av Fløtum 22.

0-2: Jónas Bech 24.

1-2: Rói Wilhelm Fossabrúgv 62.

2-2: Petur Kjærbo 65.

 

AB – FC Suðuroy 0-0

 

B71 – HB 7-0 (3-0)

1-0: Eduardo Coimbra 7.

2-0: Jónatan Kjærbo 39.

3-0: Tijani Yakubu br 45.+3.

4-0: Julian Frankieson Knudsen 48.

5-0: Bergur Hentze 74.

6-0: Jónatan Kjærbo 79.

7-0: Julian Frankieson Knudsen 81.

 

TB – KÍ 3-1 (0-0)

1-0: Aron Arnholdsson 51.

2-0: Mattias Dahl Djurhuus 58.

3-0: Olivur Renéson Thomsen 71.

3-1: John Hermann Fuglø 76.

  

Víkingur

26

15

6

5

67

33

51

FC Suðuroy

26

11

12

3

51

33

45

TB

26

10

12

4

38

24

42

B71

26

11

8

7

43

29

41

B36

26

11

8

7

48

36

41

AB

26

9

10

7

45

30

37

NSÍ

26

8

7

11

37

46

31

26

9

3

14

32

49

30

FC Hoyvík

26

4

8

14

24

53

20

HB

26

2

6

18

25

77

12

 27. umfar

Fríggjadagin 25. oktober  kl. 16.15

KÍ – B71

Víkingur – B36

FC Hoyvík – TB

HB – AB

FC Suðuroy – NSÍ