Síðst í oktober verður punktum sett fyri ársins landskapping. Sum støðutalvan sær út, so skal nógv venda niður, sum nu vendir upp, um KÍ ikki fer at vinna triðja FM heitið á rað.
KÍ er varpað úr kappingini um løgmanssteypið. Men eftir sigurin ímóti BK Häcken í kvøld, er tað greitt, at klaksvíkingar ikki fara í vetrarfrí frá fótbóltinum fyrr enn 14. desember – í fyrsta lagi. At KÍ við 7-6 sigri – málleysur javnleikur í Klaksvík og so í kvøld 2-2 eftir vanliga leiktíð, 3-3 eftir longda leiktíð og so 4-3 í brotssparkskapping – hevur tryggjað sær rætt at halda fram í europeisku meistarakappingini ber við sær, at tað longu nú er greitt, at KÍ sum fyrsta føroyska felag nakrantíð í heyst fer at luttaka í europeiskum bólkaspæli.
Um tað verður í Champions League, Europa League ella Conference League valdst um, hvussu tað næstu vikurnar fer at laga seg. Fyrst á skránni er Molde í Champions League. Fyrri dysturin verður týskvøldið á Tórsvølli, tí í Føroyum er tað bara Tórsvøllur, sum er góðkendur til altjóða dystir á hesum støðinum.
Higartil hevur KÍ tryggjað sær 34 milliónir íroknað pengarnar fyri at hava tryggjað sær bólkaspæl. Um talan verður um fleiri pengar og hvussu nógvar valdast um, hvussu tað næstu ferðirnar fer at laga seg, og um talan í bólkaspælinum verður um mótstøðulið úr eitt nú Onglandi, Fraklandi, Týsklandi og Spania, har sjónvarpsinntøkurnar eru øgiligar stórur.