Tað ræður um rætta viðgerð og kost og rørslu hjá teimum sum hava diabetes 2

Tilfar frá Steno Miðstøðini um diabetes 2 á føroyskum til nýliga staðfest við diabetes

Jens Andreassen yvirlækni
Landssjúkrahúsið
15. oktober 2024 kl. 15:03

Í hesum døgum verður faldarin "Livið væl við diabetes 2" borin út í kommunulæknaviðtalurnar um landið saman við plakatum og postkortum.

Í faldaranum stendur eitt nú at lesa:

"Diabetes 2 er ein kronisk, arvalig sjúka. Tíbetur er nógv, tú kanst gera fyri at liva væl við diabetes 2. Rætta viðgerðin, fjølbroyttur kostur og rørsla gera stóran mun. Í roynd og veru kanst tú liva uttan sjúkueyðkenni ella uttan høg blóðsukur í longri tíðarskeið. Tað merkir tó ikki, at tú ert frísk/-ur, og tí er umráðandi, at tú framhaldandi fert til regluliga viðtalu hjá diabetesviðgera(..) Tað er ymiskt, sum viðgerðin verður lagað til tann einstaka. Sjúkumyndin er ymisk frá persóni til persón og harvið eisini tørvurin á heilivági. Summi fáa minni og onnur meira, men tey flestu fáa okkurt slag av heilivági. Læknin ella sjúkrarøktarfrøðingurin hyggur at blóðsukri, blóðtrýsti og kolesteroli, og saman við tær leggja tey eina ætlan, soleiðis at hetta fer at liggja í eini hóskandi legu."

Til ber eisini at lesa faldaran "Livið væl við diabetes 2" á føroyskum, donskum og øðrum málum á heimasíðuni www.nymeddiabetes.dk

Faldarin er mentur í samstarvi við Steno Diabetes Center Nordjylland og aðrar Stenomiðstøðir í Danmark.

#diabeteswareness

#stenomiðstøðin

#sjúkrahúsverkið