Tað ræður um at lata seg væl í

Tað regnar illa, og vindurin er ikki so nógvur á vøllinum, sum hann annars er í høvuðsstaðnum og Gundadali

Jonhard Hammer
2. november 2024 kl. 17:44

Klokkan 19 fer Rúni Gaardbo at bríksla fyri fyrstu ferð í steypafinaluni millum B36 og HB.

Í bæði B36 og HB leguni eru tey fyri langari tíð síðani farin undir upphitingina.

Fleiri enn 4000 hava ognað sær atgongumerki til finaluna millum stóru feløgini í Gundadali. Hetta er fyrsta finalan millum HB og B36 síðani 2018. Tá var talan um dramatiska finalu, sum B36 við níggju monnum og eftir brotssparkskapping vann.

B36 og HB hava spælt níggju steypafinalur HB hevur vunnið seks, og B36 hevur vunnið tríggjar. B36 vann í 1965, 1991 og aftur í 2018. Síðsta finalan, sum HB vann ímóti B36, var í 1972. Tað vil siga, at tað eru 52 ár síðani, at HB vann steypafinalu ímóti B36.

Líkindini at spæla fótbólt á Tórsvølli í kvøld eru einki serlig. Tað verður tó roknað fyri vist, at dysturin verður spældur í kvøld.

Í 2001 spældu B36 og KÍ ólavsøkufinalu í kappingini um løgmanssteyðið. Ta ferðina var B36 1-0 við máli, sum Jens Kristian Hansen skoraði. Ta ferðina var veðrið so vánaligt, at tað ikki bar til at spæla fótbólt í øllum regninum og vindinum.

Nú sær tað heilt øðrvísi út á Tórsvølli, enn tað gjørdi fyri 23 árum síðani. Har er lívd fyri vindi, og har er skýli, sum ger at tað ikki er so ábært fyri regni, sum tað annars var.

Tað eru umleið 13 metrar um sekundið av útsynningi, og um eina løtu verður hann vestan. Í hvirlunum verður tað spátt at vera upp í 20 metrar um sekundið. Sum tað sær út í løtuni, so er tað ikki so nógvur vindur á vøllinum, sum tað annars er í Gundadali.

Fyrireikararnir í FSF heita á áskoðararnar um at lata seg væl í. Serliga tey, sum hava atgongumerki á langsíðuni eystanfyri ella á síðuni ímóti ítróttarhøllini mugu rokna við, at fáa regnið á seg.