Tað plaga at vera eitt serliga stórt upplivilsi

Sunnukvøldið syngja tey jólini inn í Gøtu kirkju og har er alt frá siðbundnum jólaløgum til Pentatonix og samiskt jólajoik

Áki Bertholdsen
17. desember 2024 kl. 09:11

Siðvanda Jólakonsertin í kirkjuni í Gøtu, har Gøtu Kirkju Ungdómskór syngur jólini inn, verður nú Sunnukvøldið.

Fyrireikararnir siga, at hetta er samstundis einasta jólakonsertin í ár, har kórið syngur alla sína jólaskrá.

Á konsertini sleppa vit eisini at hoyra Gøtu Kirkju Barnakór syngja nakrar sangir - eisini saman við ungdómskórinum.
At syngja jólini inn saman við Gøtu kirkju ungdómskórið, plagar at vera eitt serliga gott upplivilsi, sigur Símun Hammer, organistur og kórleiðari, í tíðindaskrivi.
Evnið í ár er "Jólanátt"  og skráin hjá kórinum hesa ferð avspeglar eisini evnið. Á skránni verður alt frá siðbundnum jólaløgum í eldri og nýggjari formi, til Pentatonix og víðari til samiskt jólajoik. Pentatonix er eitt amerikanskt a capella kór.

Men kirkjufólkið er sjálvandi við, tí felagssangur er eisini á skránni, og eftir konsertina eru øll boðin til ein drekkamunn í kirkjukjallaranum.
Tað verður aftur Símun Hammer, organistur í Gøtu kirkju, sum eisini stjórnar kórinum.

Umframt at syngja a capella, hevur kórið eisini klaver og orgul við til fleiri av sangunum.  Konsertin er ókeypis, men høvið verður at lata eina gávu til virksemið hjá kórinum.

Ein hálvan tíma áðrenn konserina, sum er klokkan 19, fer Símun Hammer at lyfta upp undir jólastemningin við kendum jólaverkum á urguni í meðan kirkjan fyllist av áhoyrarum.