Tað loyndarfulla handritið

Í januar 1930 sendir Jørgen-Frantz Jacobsen handritið til skaldsøguna Koh-i-Noor til William Heinesen, men hvar hevur handritið krógvað seg tey farnu 90 árini?

Jógvan Isaksen
29. februar 2020 kl. 11:16

Fyrstu ferð lesarin hoyrir um søguna Koh-i-Noor er í Det dyrebare Liv, sum er eitt úrval av brøvum millum vin- og skyldmenninar William Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen, sum tann fyrri læt úr hondum í 1958. Tað verður fortalt, at tað rúgvumesta brævið, sum hann fekk frá vinmanninum, var upp á 144 tættar skriviblokksíður og hevur tittulin Koh-i-Noor. William sigur um søguna hjá Jørgen-Frantzi (her í týðing eftir Chr. Matras):

"Innihaldið er ein frásøgn frá nøkrum sera hugspennandi persónligum hendingum. Tað er í royndum ein lítil skaldsøga, og tað hevði borið til at latið hana komið á prent, um ikki so var, at lýsingarnar eru í so alpersónligum líki og fólkini í har fyri ein part enn á lívi, og so tað at sendarin hevði skilað til og lagt við at fara serliga varliga um og at goyma brævið væl og virðiliga innballað á best varda staði eg átti." (Dýrmæta lív s.63).

Jørgen-Frantz fortelur Williami, at hetta eru hendingar, sum hann sjálvur hevur verið fyri, og sum hann hevur viljað lýst heilt ótilgjørt, uttan nakran tanka um at gera tað bókmentaligt. Hann leggur aftrat: "Tað er ikki yvir at dylja: hjá mær hevur tað verið ein so skelkandi tilburður sum einki annað í mínum lítla lívi. Ongantíð havi eg verið so ovurhugaður uppi í leikinum" (Dýrmæta lív s.64).

William skrivar, at "tað hádramatiska í lýsingini liggur í tí, at "eg", frásøgumaðurin, leggur brennandi ást við hesa ungu damuna, sum onga leggur ímóti, og sær til sorgar og ógvan má síggja hana verða miskunnarleyst latna upp í hendurnar á einum sambiðli, sum lítið og einki leggur í hana, Koh-i-Noor, henda dýra diamantin, men á barnsliga-kýniskan hátt fer við henni sum við einum lítilsverdum hvønndagsgripi. Frásagt verður á skreytleysan hátt, ein sálarfrøðislig sannsøga, full av beiskari og bítandi gløggskygdari sjálvatfinning." (Dýrmæta lív s.64).

Samrøða og fyrispurningur
Hetta verður sum nevnt skrivað í 1958, og árini aftan á kemur tað fyri at blaðfólk og høvundar spyrja William Heinesen um Koh-i-Noor. Her er tað Bjarne Nielsen Brovst, sum gjørdi samrøður við William árini 1980-84:

"Et af brevene fra Vejlefjord, som Jørgen-Frantz skrev til dig, er på 144 sider og er vel i virkeligheden et manuskript?

WH: Det er en stor novelle og det er godt, vi får den bragt på bane, fordi manuskriptet handler om et erotisk forhold, Jørgen-Frantz kom ud for på Vejlefjord. Han blev meget forelsket i en kvinde, og hun spiller bestemt også en rolle i tegningen af Barbara - netop de smukke midterstykker i romanen. Og manuskriptet fortæller iøvrigt, at Estrid og Jørgen-Frantz intet havde at lade hinanden høre.

BNB: Jørgen-Frantz kaldte den selv Koh-i-Noor efter dronning Victorias berømte diamant. Hvorfor skal vi ikke kende novellen?

WH: Fordi jeg har lovet ikke at offentliggøre den.

BNB: Er der kvaliteter i den?

WH: Det er der!

BNB: Skal man tage hensyn til et venneløfte så mange år efter?

WH: Jeg har den stadig liggende. Den bliver nok udgivet på et eller andet tidspunkt. Det er blot for tidligt endnu." (Det muntre Nord 1991 s.26-27).

Brævaskiftið
Nú, umleið fjøruti ár aftan á samrøðurnar, er Koh-i-Noor ikki komin á prent, men vit lesarar vita eitt sindur meira um innihaldið. Seinasta ár gav Sprotin nevniliga út brævaskiftið millum William Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen undir heitinum Vinaliga. Her verður Koh-i-Noor umrødd nakrar ferðir.

Fyrstu ferð er í brævi frá Jørgen-Frantzi dagfest Vejlefjord Sanatorium 24. januar 1930, sum endar við orðunum: "Med næste pakkepost håber jeg at kunne sende dig mit festlige jammersminde, også kaldet Koh-i-noor – en mystisk titel". (Vinaliga II, s.256). 7. februar skrivar Jørgen-Frantz aftur til William og ger vart við, at hesin skal ansa væl eftir handritinum, at tað í veruleikanum átti at blivið lagt í eina bankaboks, men hann er eisini nøgdur, um tað fer í ein innsiglaðan brævbjálva. Tað er skilligt, at hann metir innihaldið at vera eldfimt, tí tað er tikið beint úr veruleikanum á Vejlefjord Sanatorium. Hann leggur aftrat, at tá ið bókin var liðugt skrivað, føldi hann seg undarliga tóman.


Jørgen-Frantz við kettlingi inni á Glyvrum í 1930'unum

Devulsins vakstrarhús
Tann 15. februar skrivar William, at hann hevur fingið handritið, og beinanvegin las tað. Hann sigur seg bæði vera skelkaðan og hugtiknan av tí, sum Koh-i-Noor avmyndar. Persónlýsingarnar verða róstar, og hann tekur frásøgufólkið - sum hann skilliga meinar er Jørgen-Frantz sjálvur - fram og sigur, at hesin ikki bara er eygleiðari, men ein heilhugaður luttakari í tí, sum gongur fyri seg. Tað er líka við, at lesarin heldur, at William Heinesen er øvundsjúkur inn á vinmannin og hansara upplivingar. Hann leggur eisini hálvavegna skemtandi aftrat:

"Men – ja, jeg må tilstå, at det ryster mig, det liv, der føres på et sådant sanatorium. Det må jo være en ren fordærvelsens sump, et Djævelens og Beelzebubs drivhus. At du ikke har vogtet dig for denne sump, det er da skrækkeligt, det er forfærdeligt. Og vi herhjemme, der troede at du var en tør bogorm, en lærd og indesluttet original, der ikke brød dig om kvinder og andet fjas, end sige om spiritus! Det er skrækkeligt! Jørgen-Frantz han vandrer på den brede vej, ja, i sandhed, han æder af livsens forbudte frugt og lytter til slangens røst (1. Mos. 2,23, jf. Ez. 15,2 og 3)!" (Vinaliga s.264).

Tað er púra greitt, at skaldsøgan hjá vinmanninum hevur havt árin á William, tí hann tekur samanum við hesum orðum: "Foreløbigt vil jeg altså nøjes med at takke dig for "Koh-i-Noor" dette ejendommelige, næsten makabert veristiske og gribende dokument i vor korrespondenceliteratur." (Vinaliga II, s.264). Sama manni líkt, brúkar hann eitt fremmandaorð, sum ivaleyst ikki er teimum flestu kunnugt: "veristisk", ið merkir "veruleikanær". Eitt ironiskt, skemtiligt brúk av óvanligum fremmandaorðum kemur fyri bæði í skaldskapinum hjá høvundanum - eitt nú í De fortabte Spillemænd 1950 - og í fleiri samrøðum, sum hann hevði við ymisk mentafólk.

Einar tvær ferðir aftrat í 1930 ber Jørgen-Frantz við Koh-i-Noor, og nevnir hana mín sjálvroynda skaldsøga, og tann 8. september skrivar hann: "Det er mærkeligt at være her igen på Kooh-i-Noors skueplads. [...] thi her er så øde og tomt. Ikke een af Koh-i-Noors billedgalleri er her" (Vinaliga II, s.284). Tey komandi árini verður avrikið bara nevnt hendingaferð

Livandi fyrimyndir
Tann 18. desembur 1933 kemur William inn á møguleikan hjá Jørgen-Frantzi at gerast skaldsøguhøvundur, og hann ber við tað undanfarna verkið: "Men du har også skrevet det monstrøse brev „Koh-i-Noor“, der er noget helt andet. Om jeg husker ret var det ligefrem gribende menneskeskildring. Eller hvad? Ganske vist var det en rapport. Om du vil kunne behandle „opdigtede“ figurer med samme glød ved jeg ikke." (Vinaliga II, s.374). Hetta, at Jørgen-Frantz skuldi hava livandi fyrimyndir fyri at skriva, tekur William javnan fram, tá ið hann gjøgnum árini verður spurdur um skrivingina hjá vinmanninum. At hóast skaldsøgan Barbara gongur fyri seg miðskeiðis í 1700-talinum, so er hvør tann einasti persónurin ein mynd av onkrum, sum høvundurin kendi ella hevði hitt. Soleiðis er tað skilliga eisini við Koh-i-Noor, og høvuðsorsøkin til, at semja er um, at søgan ikki skal gevast út bráðfeingis.

Í brævi 11. august 1934 skrivar Jørgen-Frantz: "Ja, jeg i min smålighed har jo ikke skrevet nogen roman. Forsåvidt er dette kun teori. Og dog. Jeg har skrevet koh-i-noor – to døre herfra. Det var type eet. Men da jeg ved juletide tænkte på at skrive en færøsk samfundsroman fra den nationale vækkelsestid på Færøerne, vore hjemlige victorianske handelsår (Frederiksvåg, Mortensen, Jørgen Bech og Gudmund i Haldorsvig), da måtte det blive type to, og selv om idéen var der, så faldt det mig underlig tåbeligt at skulle udtænke en handling." (Vinaliga II, s.399). Tað er skilligt, at Jørgen-Frantz er samdur við Williami, at hetta við íspunnum persónum, tað er ikki hansara.

Framman undan hevur William gørt vinmannin varan við, at hesin kanska hevur eitt tilfar sum eingin annar høvundur: "Nå, i alt fald har du i din Vejlefjordstid et stof, som mangen en digter må misunde dig. En miljøskildrende roman, oprevet, moderne, realistisk og dog med stænk af romantik, en hjerteskærende roman om havareret ungdom på Medusas tømmerflåde – eller Afrodites. Du vil kunne skrive en bog af det stof". (Vinaliga II, s.374).

Far, Verden, far vel
I september 1934 er Jørgen-Frantz væl og virðiliga farin undir eina skaldsøgu við arbeiðstitlinum Far, Verden, far vel, men sum, tá ið hon bleiv givin út í 1939, fekk navnið Barbara. William Heinesen skrivar í tí sambandinum til hann 25. september: "Skæbnen har spillet dig stoffet, spillet dig hovedpersonernes psykologi i hænde. Nu er du altså gået i gang med at udføre det. Det bliver vel en mellemting mellem det smerteligt realistiske „Koh-i-Noor“ og den for dig særegne færøske ancienne romantik, lifligt krydret med naturskildringer, herimellem også de „terroristiske“, som er din digteriske specialitet". (Vinaliga II, s.430).

Hetta er beista væl sæð - ella gitt - av Williami. Tí hesar reglurnar eru í mangar mátar ein neyv lýsing av skaldsøguni Barbara, sum akkurát er ein blandingur av nútíðar kærleikssøgu, men pallsett tvey hundrað ár frammanundan.

Aftan á hetta verður Koh-i-Noor bara nevnd einaferð aftrat í brævaskiftinum. Tað er í brævi dagfest Varðagøta, 19. juli 1937, har William skrivar: "Matras røbede ingen begejstring for fortsættelsen af „Barbubók“, siger du. Han skriver dog til mig: „Tað verður eitt søguligt bragd og skaldsliga og psykologiskt eitt gott verk“.

Nu med hensyn til dig selv, så vil jeg håbe, at du holder dig i skindet og samler kræfter. Lad du heller Diddi Einarsson og det lidt dramatiske pseudonym hr. Ebbe Skammelsøn sejle deres egen sø, ellers får vi bare en ny Koh-i-noor". (Vinaliga II, s.526).

Eftir umleið trý ár kemur Koh-i-Noor knappliga undan kavi, men her sum ein ávaring. Síðani einki meira. Tað tykist mær ikki sørt løgið, at tað er so sjáldan, at teir báðir taka hetta handrit upp á tungu. Tí tað er eingin ivi um, at Jørgen-Frantz hevur sett seg sjálvan í veð í sambandi við skrivingina, og William metir tað at vera eitt dygdarverk.


William Heinesen festir í hjá Margrethu drotning í Norðurlandahúsinum í 1984

Koh-i-Noor niðurstøða
Hvar er hetta útgávuverda handrit? Brævaskiftið millum William Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen er á Kongaliga Bókasavninum í Keypmannahavn, men har er Koh-i-Noor ikki. Á Landsbókasavninum vita tey heldur einki um handritið. Men hvar er tað so?

Vit vita, at William fekk tað sendandi fyrst í 1930 og varð álagdur ikki at vísa nøkrum tað. Í brævinum har William ger eina meting av Koh-i-Noor, leggur hann aftrat: "Noter! Jeg har naturligvis ikke gjort nogen bekendt med din beretning, og du behøver ikke at frygte, at jeg omtaler den til nogen." (Vinaliga II, s.264). Á samrøðuni við Bjarne Nielsen Brovst skilst eisini, at hann ongum hevur víst handritið.

Niðurstøðan má tí vera, at síðani Jørgen-Frantz Jacobsen skrivaði Koh-i-Noor í 1929-30, og sendi handritið til William Heinesen, so hevur eingin sæð tað. Tað er soleiðis sannlíkt, at tann einasti lesarin hevur verið sami William.

Enn einaferð: Hvar hevur handritið Koh-i-Noor krógvað seg tey farnu 90 árini? Tað vita vit ikki við vissu enn, men møguleikin fyri, at tað skjótt kemur undan kavi, er góður. Gongur hendan vónin út, so verður tað spennandi, um tað er líka so gott, sum William Heinesen vil vera við, tí William var ein hollur metari av bæði málingalist, musikki og bókmentum. Livst so spyrst.