Vit leggja stóran dent á at koma eitt sindur djúpari enn bara at hittast á einum møti sunnudagar.
Tað sigur Tom Jacobsen, leiðari í City Church í miðbýnum í Havn.
Tí ger lítla kirkjan í Tróndargøtu í miðbýnum í Havn eisini rættiliga nógv burturúr teirri sosialu samveruni í samkomuni.
Og tað er eisini hjartaslátturin í samkomuni at hjálpa hjá fólki, sum eru í trongstøðu.
Hann sigur, at eina ferð um vikuna hava tey eitt tiltak, tey kalla City-meal, og har tey bjóða fólki, sum eru í trongstøðu av onkrum slagi, eina máltíð.
Hetta er hvørt mikukvøld í oktobur, novembur og desembur.
Nú í jólamánaðinum hava tey gjørt serliga nógv burtur úr matinum, so hann er serliga góður, og borðini verða pyntað.
Hetta er eitt tiltak, sum er ætlað teimum, sum eru illa fyri fíggjarliga, ella sum kanska bara sita einsamøll. – Men vit seta eingi krøv og eingin av teimum, sum koma, verða spurd, hví tey koma, tí øll eru vælkominm sigur Tom Jacobsen.
Men fólk skulu bara boða frá áðrenn so at tey kunnu vita, hvussu nógvan mat tey skulu gera.
Størri tørvur nú
Hetta er í hvussu so er eitt tiltak, sum hevur rakt á ein tørv. Tom Jacobsen sigur, at tað plagdu at vera eini 70 - 90 fólk, men hesi seinastu árini, síðani prísinir fóru at hækka, hava tað verið nógv fleiri fólk.
Nú eru tað ongantíð færri enn 100 fólk hvørja ferð og ofta eru tey upp ímóti 150-160 fólkum. Og tað mesta, tey hava borðreitt fyri at slíkt mikukvøld í City Church, eru 240 fólk.
Eftir døgverðan kunnu fólk eisini smyrja sær ein matpakka til dagin eftir.
Tey hava eisini gávupakkar sum tey geva fólki, sum ikki fáa endarnar at røkka saman. Í gávupakkanum kann vera tilfar til ein jóladøgurða og tað kann eisini vera eitt gávukort til onkran matvøruhandil.
– Tað er fyri at eisini tey, sum eru ringast fyri, kunnu fáa ein góðan jóladøgurða, sigur leiðarin í City Church.
Hann sigur, at matin fáa tey fá handlum, fyritøkum og gávumildum fólkum. Tað eru eisini fólk og fyritøkur, sum stuðla teimum fíggjarliga so at tey kunnu hava hetta tiltakið.
Fyrsta sunnudag í advent høvdu tey jólaveitslu uttandura, í Grasagarði, sum er beint við kirkjuna. Har høvdu tey kakao og bollar, onkur fortaldi eina søgu, tey sungu og so var lusiugonga eisini á skránni.
Bæði tey ungu, og børnini, hava eisini havt jólaveitslu
Friðarlig jól
Rundan um sjálvi jólini eru ikki so nógv tiltøk í City Church. Nú í jólavikuni hava tey havt eina jólakonsert við holukøkum og kaffi og har sungu Olvheðin Jacobsen og lovsangsbólkurin í kirkjuni.
Klokkan 15.30 jólaaftan hava tey eina stutta og hugnaliga jólagudstænastu og so eru jólini í City Church, liðug.
Tom Jacobsen sigur, at jóladag, og annan jóladag, plaga tey at binda frið, so at fólk fáa høvi til at hugna sær heima, saman við familjuni.
At hjálpa øðrum er hjartaslátturin í kirkjuni, sigur Tom Jacobsen, leiðari í City Church í Havn