Tað kostar at stýra

Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, sigur seg taka tað púra róligt, sjálvt um flokkur hansara gongur aftur við 5,1 prosentstigum í nýggju Gallup-veljarakanningini hjá Dimmalætting. Vit plaga at tapa veljarakanningar, sigur hann

Ingolf S. Olsen
24. september 2020 kl. 17:59

At standa til eina afturgongd upp á meira enn fimm prosentstig í eini veljarakanning er sannlíkt herskin biti hjá nógvum floksformonnum, men Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, tykist ikki serliga ávirkaður av nýggju veljarakanningini, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Dimmalætting, og so kostar Fólkaflokkinum 5,1 prosentstig í mistari undirtøku samanborið við valið fyri einum góðum ári síðani.

- Valið hjá okkum í fjør var tað besta, sum flokkurin hevur havt síðani 1950. Men tá tú kemur upp á toppin, so er bara ein vegur at fara, spurningurin er bara hvussu skjótt. Javnaðarflokkurin fekk einaferð tíggju tinglimir, og valið aftaná fekk hann fimm. So galið sær tað tíbetur ikki út hjá okkum, men tað er ógvuliga sjáldsamt, at sami flokkur vinnur stórsigur tvey val á rað, sigur hann.

Framvegis stórur

Jørgen Niclasen vísir á, at hóast afturgongdina í veljarakanningini, so er flokkurin tó enn næststørstur av øllum, og hann er framvegis størri enn á næstseinasta vali – í 2015.

Formaðurin í Fólkaflokkinum trýr lítið upp á veljarakanningar, tó at hann viðurkennir, at tær helst vísa eina støðumynd, og at tendensurin kanska peikar niðureftir.

- Eg havi sagt tað so ofta, at onki land í heiminum verður stýrt av veljarakanningum. Hjá okkum er tað soleiðis, at vit eru ikki von at vinna veljarakaningar, men tað kemur fyri, at vit vinna okkurt val fyri tað.

- Í seinastu veljarakanning hjá Spyr.fo, stóðu vit nøkulunda í stað, og Sambandsflokkurin gekk nógv aftur. Nú fara vit nógv aftur í hesari, og so hugsi eg, at um eg leggi hesar báðar saman og óvissan er umleið trý prosent, so standa vit helst til eina lítla afturgongd. Men tað er jú púra vanligt, at samgonguflokkar ganga aftur, tí vit skulu stýra, meðan andstøðuflokkarnir kunnu føra valstríð hvønn dag, sigur hann.

Fram í ljósið

At Fólkaflokkurin missir so nógv meira enn Sambandsflokkurin skyldast helst, at Fólkaflokkurin ikki hevur verið so nógv alment frammi í ljósinum í tíðini undan og ímeðan veljarakanningin er gjørd, heldur fólkafloksformaðurin. Veljarakanningin er gjørd í døgunum 31. august til 16. september.

- Altso korona hevur jú verið ógvuliga aktuelt nú í eitt hálvt ár, og har hevur løgmaður náttúrliga staðið í fremstu røð. Síðani hava vit havt ólavsøku, har tað var løgmansrøðan og øll umrøðan, sum fylgir við henni. Men tað er nústani, at tað veruliga politiska arbeiðið byrjar, tí fíggjarlógin fer at verða løgd fram, og tá er tað so mín uppgáva at standa fram, vísir Jørgen Niclasen á.

Hann er sannførdur um, at nýggja fiskivinnulóggávan ikki hevur kostað Fólkaflokkinum undirtøku, heldur tvørturímóti, men er samdur við Jenis av Rana í, at málini um sundurskiljing av SEV og Føroya Tele kanska ræða summi.

- Í báðum hasum málunum valdar ein óvissa í løtuni. Ein og hvør broyting í einum samfelag elir fram ræðumyndir, áðrenn hon er framd. Tað er har, vit eru nú. Eg skilji tað væl, og verða stórar broytingar gjørdar á hasum báðum økjunum, jamen so verður ringt at fáa fólk rólig, fyrr enn tey síggja úrslitið, sigur Jørgen Niclasen.

Ein longri samrøða verður við Jørgen Niclasen í pappírsútgávuni av Dimmalætting í næstu viku.