Søguligi fyrsti dysturin hjá føroyskum felag í europeiskum bólkaspæli er av. KÍ tapti í kvøld 2-1 ímóti Slovan Bratislava.
Tað er sjálvandi vónbrot í morgin at flúgva heim úr slovakiska høvuðsstaðnum við teprum tapi í ferðalagnum, og tað krevur styrki at reisa seg og leygarmorgunin at fara um Suðuroyarfjørð og til Tvøroyrar, har setningurin verður sunnudagin at spæla landskappingardyst.
Men tá ið KÍ ferðalagið í morgin fer at eftirmeta túrin og avrikið í Bratislava, so eiga teir at koma til ta niðurstøðu, at teir hava einki at skammast við. Avrikið og úrslitið løgdu upp til, at góður møguleiki eigur at vera fyri, at KÍ á heimavølli fer at vinna fleiri stig.
Slovan Bratislava legði fyri sum eitt ódnarveður, og tað vóru spentar støður í KÍ brotsteiginum. Men so gekk tað, sum tað fleiri ferðir áður seinastu mánaðirnar hevur gjørt í Europa dystunum.
KÍ verjan stóð stinn, miðvallararnir og vongverjarnir fingu fatur á spælinum, og sum tíðin leið, var tað ikki so langt millum álopsstøðurnar, og fýra minuttir eftir steðgin legði KÍ seg á odda.
Árni Frederiksberg smekkaði horna úr høgru og dygst framvið málinum, og við handara stólpa var tað Deni Pavlovic, sum stýrdi bóltin í málið og varð søguligur málskjútti - tann fyrsti hjá KÍ í europeiskum bólkaspæli.
Hetta var góð løta hjá KÍ, og tí var tað øgiliga eymt, tá ið heimaliðið fimm minuttir seinni svaraði aftur.
KÍ verjan varð yvirspæld í høgru, Čavrić legði flatt innfyri, og undir málinum stýrdi Wladimir Weiss bóltin umvegis KÍ bein og í málið aftanfyri sakleysa Nils Jonatan Johansson, sum annars hevði gott tak á tí millum KÍ stólparnar.
Og í 74. minutti stútaði serbiski Aleksandar Čavrić úr vinstru og í handara síðunetið eftir diagonala framlegging úr høgru.
KÍ gav á ongan hátt skarvin yvir, og lítla løtu seinni var tað so nær við, sum tað kann vera, tá ið Patrick Da Silva smekkaði flatt úr vinstru, og Børge Petersen var leysur, tá ið hann út frá handara stólpa setti fótin á bóltin, men málverjin bjargaði heilt ófatuliga væl.
Páll A. Klettskarð, Luc Kassi og Jóhan Josephsen vórðu skiftir inn. Dómarin legði seks minuttir aftrat vanligu leiktíðini, og Jákup B. Andreasen, Páll A. Klettskarð og Jóhan Josephsen vóru so ógvuliga tætt við at javna til 2-2.
Eitt stig hevði verið framúr at havt við til hús. Tað eydnaðist ikki. KÍ var á ongan hátt niðurspælt. Grønklæddu klaksvíkingarnir kendust róligir og umhugsnir, teir vóru næstan eins nógv á bóltinum sum mótstøðumenninir, og teir vístu fótbóltsheiminum, at tað ikki er av tilvild, at føroyskur fótbóltur á fyrsta sinni er umboðaður í europeiskum bólkaspæli.
Slovan Bratislava -KÍ 2-1 (0-0)
0-1: Deni Pavlovic 49.
1-1: Wladimir Weiss 54.
2-1: Aleksandar Čavrić 74.
KÍ: Nils Jonatan Johansson – Børge Petersen, Odmar Færø, Vegard Forren – Jóannes K. Danielsen, Deni Pavlovic (Páll A. Klettskarð, 72.), Jákup B. Andreasen, Patrick Da Silva – Árni Frederiksberg, Sivert Gussiås (Jóhan Josephsen, 90.), Mads Bo Mikkelsen (Luc Kassi, 72.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Markus Olsen Pettersen, Símun Kalsø, Dávid B. Andreasen, Heini Vatnsdal, Hallur Hansson
Gult kort: Deni Pavlovic, Jákup B. Andreasen, Jóannes K. Danielsen
Venjari: Magne Hoseth
Hjálparvenjarar: Daniel Berg Hestad og Sjúrður Jacobsen