Tað kann fáa stóran týdning fyri fleiri kommunur

Løgtingskvinna vil broyta lógina um, hvussu skattur skal rindast, tá í bústaðir verða leigaðir út

Tey, sum leiga hús út, skulu rinda skatt, har húsið er
Áki Bertholdsen
1. november 2024 kl. 12:55

Tá ið bústaðir verða leigaðir út, skal skatturin vera goldin til kommununa har húsið er, og ikki í kommununa har útleigarin býr.

Tað heldur Hanna Jensen, løgtingskvinna fyri Framsókn. Og nú hevur hon spurt Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, um nøkur ætlan er í tí sambandi.

Tað er stórur eftirspurningur eftir at leiga hús og bústaðir, bæði í ferðavinnuni, men eisini til fólk, sum vilja búgva í húsunum.  

Hanna Jensen sigur, at í summum kommunum minkar fólkatalið, samstundis sum at alsamt fleiri hús standa tóm, og verða leigað út.

Fyri hesar kommunur kann tað heilt víst hava stóran týdning, um skattaskipanin verður broytt soleiðis, at skattur av húsaleigu fellur til ta kommununa, har húsið stendur.

Hon hevur skilt á lagnum, at landsstýriskvinna hevur havt ætlan um at gera eina slíka lógarbroyting fyri skatt av húsaleigu, so at allar inntøkur av at leiga út, skulu skattast í kommununi, har húsið, ella íbúðin, er - og nú vil hon hava landsstýriskvinnuna at greiða frá, hvussu landið liggur.