Tað hevur verið friðarligt í nátt
Løgreglan hevur verið úti um seg, men rættiliga lítið var at skriva niður
Áki Bertholdsen
18. mai 2024 kl. 10:45
Fyrri partur av hesum vikuskiftinum hevur verið rættilgia friðarligur. Løgreglan hevur annars verið úti um seg og í tí sambandi hava tey gjørt ferðslukanningar bæði í Sandoynni og aðrastðni.
Nógvir bilar vóru kannaðir, men eingin teirra koyrdu ov skjótt, men hinvegin varð ein bilførari tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum. Blóðroynd er tikin av honum og nú verður bíðað eftir úrslitinum.
Ì nátt fekk ein maður í Havn 1.500 krónur í bót, tí hann var so ólátaður, at gólk høvdu ampa av honum.
Í morgun varð boðað frá grind vestan fyri og har fóru bátar at leita, men tey sóu einki til nakað grind og nú eru tey givin at leita.