Løgreglan hevur havrt rættiliga nógv at gera í sambandi við býarlívið í nátt. Tað hevur verið keðiligur stemningur ímillum fólk í nátt, sum tey málbera seg.
Løgreglan sigur, at tað byrjaði longu um um midnáttarleitið í Klaksvík, har ein maður var fyri harðskapi uttan fyri eitt skeinkistað.
Ein maður hevur fingið skaða og fer til lækna í morgun til kanningar og fyri at fáa staðfest skaðarnar. Og tá ið skeinkistøðini lótu aftur, var aftur galið uttan fyri eitt annað skeinkistað í Klaksvík, har tveir mans komu til ilnar og annar fekk skaða.
Løgreglan sigur, at bæði málini eru skrivað upp sum harðskapsmál, so tað fer dagurin í dag við at avhoyra fólk og at fáa greiði á, hvat er farið fram.
Eisini í Havn vórðu tveir mans tiknir, men har var talan ikki um harðskap. Í hesum sambandi fáa tveir mans bót fyri brot á skilhaldsreglurnar.
Annar var farin at berjast, so hann fær 3.000 krónur í bót. Hin var bara so ólátaður, at hann var til ampa fyri onnur, so hann varð tikin inn á løgreglustøðina at sova rúsin av sær. Tá ið hann verður sleptur út aftur, verður tað við eini bót upp á 1.500 krónur í lummanum.