Tað hevði kostað einar 90 - 100 milliónir um árið

Av og á verður tosað um, at strika skipanina, har klípt verður burtur av fólkapensjónini tá ið pensjónistar hava aðrar inntøkur. Her sæst, hvussu nógv ein pensjónistur hevði havt meiri at liva av

Áki Bertholdsen
23. september 2024 kl. 13:00

Hevði mótrokningin í fólkapensjónini verið strikað tá ið fólkapensjónistar hava aðrar inntøkur, hevði tað kostað landskassanum 90-100 milliónir um árið.

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum. Hans Jacob Thomsen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin hevur biðið hana útgreina støðuna, nú summi tosað um at strika mótrokningina, so at fólk skulu fáa fulla fólkapensjón, sama hvussu nógv tey annars tjena.

Landsstýrisvkvinnan sigur, at í hesum sambandi hevur hon ikki lagt upp fyri skattainntøkum tí at pensjónistar kanska fara at arbeiða meiri.

 – Verður mótrokningin strikað helt, høvdu útreiðslur til fólkapensjón hækkað 40-50 milliónir - leysliga mett.  

Men her eru tey, sum hava útsett sína fólkapensjón, ikki tald við.

Verður mótrokningin strikað, er eingin meining í at hava eina skipan við útsettari pensjón, tí so høvdu øll við útsettari pensjón bara fingið fulla fólkapensjón.

Tað eru í løtuni umleið 500 fólk við útsettari pensjón. Full fólkapensjón til hesi 500 fólkini hevði beinanvegin kostað landskassanum umleið 50 milliónir afturat og sostatt hevði rokningin verið tilsamans 90-100 milliónir.

Landsstýriskvinnan hevur roknað út, hvussu nógv ein fólkapensjónistur sum tjenar ávikavist 20.000 krónur um mánaðin, 27.000 krónur um mánaðin og 35.000 krónur, hevur meiri at liva av um mánaðin, enn ein, sum ikki er fólkapensjónistur, sum reglurnar eru nú

 Tað sæst, at ein pensjónistur, sum tjenar 20.000 krónur um mánaðin afturat fólkapensjónini, hava 10.592 krónur meiri at liva av um mánaðin enn ein, sum bara fær fólkapensjón

Somuleiðis hava tey roknað út, hvussu tað hevði sæð út, varð mótrokningin strikað.

Her sæst, at verður mótrokningin strikað, høvdu vanligir løntakarar, sum tjena 20.000 krónur um mánaðin, havt 12.903 krónur eftir at liva av, men hevði talan verið um fólkapensjónistar, sum eisini høvdu fingið fulla fólkapensjón, høvdu tey havt 13.961 krónur meiri at liva av.

– Tað skal gerast vart við, at flest allir fólkapensjónistar í framtíðini fara at fáa útgoldið pensjón eftir eftirlønarlógini. Hesum er ikki lagt upp fyri oman fyri, sigur landsstýriskvinnan.

Longu í dag eru nógvir arbeiðandi fólkapensjónistar, ið fáa eina upphædd frá egnari pensjón útgoldna, sum sostatt skal leggjast aftrat upphæddunum til fólkapensjónistar í talvunum omanfyri, leggur hon afturat