Tað hellur til Biden

Enn verður talt upp, men nú eru ábendingar, at tað fer at hella til Biden. Øll eygu eru vend móti serliga Nevada, Pennsylvania og Georgia. Georgia hevur síðani 1972 verið ein republikanskur statur, við fáum undantøkum, men ábendingar eru um, at hetta er við at broytast

Sigurjón Einarsson
5. november 2020 kl. 10:01

Her taka vit stutt samanum teir statir, ið enn ikki hava útnevnt ein vinnara enn. Har verður enn talt upp, og í summum statum er tað sera tætt.

270 er talið, vit ofta hava hoyrt í amerikanska valinum. Trump ella Biden skulu hava 270 valfólk, fyri at vinna forsetavalið.

Sambært tíðindastovuni, AP, eru tað fimm statir, har vit mangla at fáa endaliga úrslitið. Tað er tætt, so tætt, at tað kann fara at taka dagar, vikur, áðrenn vit fáa endaliga úrslitið við.

Eisini hevur Trump-fylgið sátt iva, eins og sitandi forseti, um uppteljingina og krevja, at tað verður steðgað við tí. Tey hava lagt sak móti Pennsylvania, ið er ein týdningarmikil statur at vinna, men sambært AP kann úrslitið í Pennsylvania ikki gerast neyðugt fyri endaliga útfallið, tí ábendingar eru um, at Biden fer at vinna statir, ið vanliga hava valt republikanskt. Eisini er sak lagt móti Michigan.

Um vit hava statin, Georgia, í okkara sinni, ið hevur verið ein republikanskur statur síðani 1972 – við undantøkum í 1976 og 1980, tá staturin valdi sín egna son, Jimmy Carter og í 1992, tá staturin valdi Bill Clinton – so eru ábendingar um, at tað kann blíva tætt, rættiliga tætt millum forsetavalevnini har.

Nevada liggur til Biden sum nú er, meðan North Carolina og Alaska síggja út til at fara til Trump.

Her er eitt yvirlit, hvussu nógv valfólk eru eftir at heinta í statum, har vit enn bíða eftir endaliga úrslitinum:

Nevada (6), Georgia (16), North Carolina (15), Pennsylvania (20) og Alaska við sínum trimum valfólkum.

Biden hevur sum nú er, sambært AP, 264 valfólk og Trump hevur 214.