Tað hava ongantíð verið fleiri limir í fólkakirkjuni

Men brotparturin av fólkinum, sum ikki er limur í fólkakirkjuni, er væl størri nú, enn hann var fyri 20 árum síðan

Mynd: hagstova.fo
Jonhard Hammer
17. desember 2023 kl. 19:56

Hagstova Føroya skrivar soleiðis í dag:

Nú ringja kirkjuklokkurnar inn til 3. sunnudag í advent.

Í Føroyum er vanligt at fara í kirkju á jólum.

Fyri 20 árum síðani vóru 39.925 limir í fólkakirkjuni.

Hetta svaraði til 84% av fólkatalinum, sum tá var nærum 48 túsund fólk.

1.januar í ár vóru 41.729 limir í fólkakirkjuni.

Tað er 77% av fólkatalinum, sum 1. januar var yvir 54 túsund fólk.

Fert tú í kirkju á jólum? verður spurt á hagstova.fo