Tað gráa gullið – nýti arbeiðsmegina hjá teimum eldru

Hava búskaparfrøðingar onga meting um, hvussu nógvur peningur hevði komið inn um mótrokningin í fólkapensjónini varð strikað?

Ingrid S. Henriksen, Jóhan Carl Dam, Bozena Rasmussen, Eyðun Ellendersen, Nina Dahl  og Pauli í Jansagerði
24. juni 2024 kl. 00:04

Í Dimmalætting hin 31.5.2024 varð prentað áhugaverd grein, ið hevði yvirskriftina “Tað gráa gullið”. Greinin varð skrivað av Henning Joensen og snúi seg um arbeiðsvirkni hjá pensjónistum í Føroyum.

Í Danmark eins og í Føroyum er stórur tørvur á arbeiðsmegi bæði á privata arbeiðs-marknaðinum og á almenna arbeiðsmarknaðinum og sýnist tørvurin á arbeiðsmegi alsamt at vaksa. Í Føroyum skríggja bæði almenni og privati arbeiðsmarknaðurin eftir arbeiðsmegi.

Kanning hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag vísir, at privati arbeiðsmarknaðurin kemur at mangla 750 starvsfólk næstu árini, og hevur Landsbankin víst á, at almenni arbeiðsmarknaðurin hevur tørv á 1.500 starvsfólkum afturat fram til ár 2030.

Í greinini verður víst á, at arbeiðsmangul er ein stór avbjóðing og trupulleiki fyri føroyska samfelagið. Mangul, sum kann avmarka búskaparvøksturin frameftir, og somuleiðis viðføra, at tað almenna ikki megnar at veita neyðugar tænastur til borgararnar.

Í Danmark hevur danska stjórnin roynt at bøta um arbeiðsmangulin við at økja um arbeiðs-útboðið og roynir at fáa pensjónistar at arbeiða so longi sum møguligt, meðan tað almenna í Føroyum hinvegin sigur starvsfólkum sínum upp, tá tey fylla 72 ár, hóast hetta er at fremja mismun grundað á aldur, og heldur fast um mótrokning í fólkapensjónini (undantikið Tórs-havnar Kommuna, ið hevur strikað fráfaringaraldurin).

Sostatt roynir politiski myndugleikin í Danmark at gera tað attraktivt hjá pensjónistum at arbeiða eftir pensjónsaldur, hetta við at taka av mótrokningina í fólkapensjónini. Meðan vit í Føroyum hinvegin mótrokna í fólkapensjónini, tá ársinntøkan fer uppum 61.900 kr.

Í sambandi við at Danmark tók av mótroknngina í fólkapensjónini hin 1. jan. 2023, skrivaði Danska Beskæftigelsesministeriet “Nu sikrer vi, at det økonomisk kan betale sig at give en tørn mere”. Spyrjast má, nær landsstýrið fer at broyta/taka av mótrokning í fólkapensjónini, so tað kann loysa seg hjá føroyskum fólkapensjónistum at arbeiða? 

At mótrokning í pensjónini hevur ávirkan á arbeiðsatferðina hjá fólkapensjónistum sæst av hagtølum um arbeiðsvirkni hjá fólkapensjónistum. Hesi hagtøl visa, at fleiri pensjónistar góvust at arbeiða, í árunum frá 2019 til 2023, tá mótrokningarupphæddin í fólkapensjónini lækkaði úr 61.900 kr. niður í 45.000 kr.

Vit vita at striking av mótrokningini í fólkapensjónini kostar. Men hava búskaparfrøðingar onga meting gjørt, ið sigur nakað um, hvussu nógvur peningur hevði komið inn í landskassan og kommunukassarnar, um mótrokningin í fólkapensjónini varð tikin burtur samstundis sum fráfaringaraldurin varð strikaður. (Í Danmark varð fráfaringaraldurin strikaður við lóg 1. jan. 2016 og varð mótrokningin í fólkapensjónini strikað hin 1. jan. 2023)

Verður mótrokningin tikin av og fráfaringaraldurin strikaður, vildi hetta ivaleyst havt við sær, at pensjónistar fara at arbeiða meira, og at fleiri pensjónistar, sum hava førleika, hug og orku at arbeiða, høvdu valt at arbeitt. Hetta hevði ikki einans verið til stórt gagn fyri trivnaðin og fíggjarligu støðuna hjá teimum eldru í landinum, men eisini fyri arbeiðsmarknaðin og føroyska samfelagið.

 Føroyski arbeiðsmarknaðurin og samfelagið alt hevur stórliga brúk fyri Gráa gullinum.

 Ingrid S. Henriksen, Jóhan Carl Dam, Bozena Rasmussen, Eyðun Ellendersen, Nina Dahl  og Pauli í Jansagerði