Tað gongur ongan veg - men samráðingarnar eru ikki heilt slitnaðar 

Tað verður heilt skjótt at vit koma hartil, at tað slitnar, sigur formaðurin í Maskinmeistarafelagnum

– Í løtuni eru vit í eini umhugsunartíð, sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum
Áki Bertholdsen
14. mars 2024 kl. 17:10

Tað er stígur komin í samráðingarnar ímillum Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið um nýggjan sáttmála fyri maskinmeistararnar sum sigla við skipunum hjá Strandferðsluni.

Tað sigur Arnfinn Becg, formaður í Maskinmeistarafelagnum.

Hann sigur, at tey hava samráðst síðani í septembur, men at tað er framvegis langt ímillum partarnar á avgerðandi økjum.

– Samráðingarnar eru ikki slitnaðar og tað gongur rætta vegin – tó at tað gongur ómetaliga seint, sigur formaðurin í Maskinmeistarafelagnum.

Men hann leggur afturat, at kemur ikki meiri ferð á nú, nærkast tað av álvara, at vit mugu ásanna, at tað ber ikki á mál og so má semingsmaðurin boðsendast.

– Í løtuni eru vit í eini umhugsunartíð, sigur hann.

Hann sigur, at samráðingarfundur var í seinastu viku, og at fundur verður væntandi aftur í næstu viku - men enn er hann ikki avtalaður.

Sáttmálin gekk út 1. oktobur og síðani hava vit samráðst. Men einaferð koma til til tað punktið, at vit mugu senda boð eftir semingsmanninum - og tann dagurin er ikki langt burtur, sigur Arnfinn Bech.

Í samráðingunum eru tað nøkur viðurskifti, Maskinmeistarafelagið vil hava í rættlag.

Eftir sáttmálanum arbeiða fastløntu maskinmeistararnir hjá hjá Strandferðsluni 91 tímar í eina viku og hava so frí í eina viku.

– Men bróta teir vakt og fara til arbeiðis, tá teir eiga at hava frí, fáa teir bara 25 prosent afturat oman á føstu lønina, og hetta er ein av stóru knútunum í samráðingunum, sigur Arnfinn Bech.

Maskinmeistarafelagið krevur nevniliga fult endurgjald fyri mista frítíð, og  tað er 100 prosent og ikki bara 25 prosent, sigur hann.

- Vanliga arbeiðstíðin hjá einum maskinmeistara hjá Strandferðsluni er 2.366 tímar um árið. 

– Tað er meira enn 45 tímar um vikuna og væl meira, enn vanliga arbeiðstíðin hjá flest øllum fólki á landi. 

– Siglandi maskinmeistarar mugu eisini ofta vera umborð ein part av tíðini, teir hava frí, so tað minsta, tú kanst vænta tær, er, at frítíðin veruliga verður vird.

Eini onnur viðurskifti, Maskinmeistarafelagið vil hava í rættlag, er skipanin við føstum avloysarum hjá Strandferðsluni.

– Teir skulu vera tøkir 2.366 tímar um árið, men í roynd og veru hava teir ikki trygd fyri einum einasta arbeiðstíma. Slíkar arbeiðstreytir kann ongin standa modell til, sigur Arnfinn Bech.