Tað gongur illa hjá Norra

Í dag vann Portugal ímóti Norra, sum harvið framvegis einki stig hevur í miðumfarinum

Jóannes Hansen
17. januar 2024 kl. 16:19

Norra varð undan EM kappingini í Týsklandi roknað at teljast millum tey, sum høvdu møguleika at vinna seg í hálvfinaluni. Í dag spældi Norra fyrsta dystin í miðumfarinum, og tá ið tað endaði við norskum tapi er møguleikin hjá Norra at vinna seg í hálvfinaluna mest sum burtur. Norra hevur einki stig, og Portugal hevur nú tvey stig í miðumfarinum, har hini londini eru Danmark, Svøríki, Niðurlond og Slovenia.

Í dag var mótstøðuliðið Portugal, sum vann 37 – 32, eftir at Portugal í steðginum var frammanfyri 18 – 15.

Norra legði bragdliga fyri, men so fekk Portugal fatur á spælinum og vendi eftir lítlari løtu gongdini og var síðani á odda.

Norðmenninir vóru ikki væl upplagdir. Spælararnir kendust vera tungir og ikki serliga hugflogsríkir í álopspartinum, og serliga fram ímóti dystarenda høvdu portugisararnir lætt við at bróta ígjøgnum og skora.

Portugal fer fríggjadagin at spæla ímóti Slovenia, og Norra fer fríggjadagin at spæla ímóti Niðurlondum. Klokkan 17 í dag hittast Danmark og Niðurlond, og í kvøld klokkan 19.30 fer Slovenia at spæla ímóti Svøríki. Fríggjadagin hittast Danmark og Svøríki.