Sum vit skrivaðu í gjár, so hevur Sambandsflokkurin skotið upp, at Løgtingið skal biðja landsstýrið gera eitt uppskot um, at geva kommunum heimild at seta upp vakmyndatól á ávísum støðum, har nógv fólk samlast.
Løgreglan hevur óteljandi ferðir víst á, at tey høvdu ynskt sær, at vakmyndatólk vórðu sett upp ymsastaðni, har nógv fólk kemur saman. Tað er bæði eitt amboð at uppklára brotsverk og tað hevur eisini eitt fyribyrgjandi tiltak.
Rættarnevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt uppskotið, og umboðini fyri Tjóðveldi, Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Fólkaflokkin, í Rættarnevndini, taka undir við uppskotinum.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, fegnast um breiðu undirtøkuna fyri uppskotinum.
- Hetta er tað vit hava væntað og vónað. Vit gera frammanundan alt vit kunnu saman við øðrum myndugleikum at gera náttarlívið so trygt sum gjørligt. Men vit kunnu ikki lata hetta ganga longur, at fólk verða soraði sundur á almennari gøtu, uttan at brotsmennirnir verða revsaðir, sigur Heðin Mortensen í viðmerking á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.
Landsstýrið skal nú gera uppskotið, áðrenn tað aftur verður lagt fyri Løgtingið.