Tað gongur friðarliga fyri seg

Kvinnur: Favorittarnir vunnu tryggar sigrar í dag

Jóannes Hansen
21. mai 2023 kl. 22:49

So hava flestu liðini spælt sjey dystir. Tað vil siga, at tey hava avgreitt ein triðing av kappingini, sum fevnir um 21 umfør. Tveir dystir eru útsettir. Teir eru HB – Víkingur, sum er settur at vera 9. august, og B36 – TB/FCS/Royn. Hann var ásettur at vera 13. mai, men er útsettur. Enn er ikki greitt, nær hann verður spældur.

Í dag var KÍ, sum framvegis hevur fulla úrtøku, í Suðuroy, og favorittarnir fóru av Eiðinum í Vági við 3-0 sigri. Merkisvert var tað, at heimaliðið helt tørn, inntil síðsta minutt í fyrra hálvleiki. Tá var tað Lóa Samuelsen, sum setti hol á. Sambært faroesoccer.com var hetta 27. dysturin hjá henni í bestu deildini, og í dag var vongverjin fyri fyrstu ferð málskjútti í bestu deildini. Málini í seinna hálvleiki skoraðu Rebekka Benbakoura og Eyðvør Klakstein.

B36 helt við 2-0 sigri ímóti Víkingi í Sarpugerði tørn um triðja plássið. Bæði málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki, og málskjúttar vóru Jacoba Langgaard og Barbara Høgnesen. Kristi himmalferðardag var Víkingur í Suðuroy, og tá eydnaðist tað at hava 2-1 sigur við til hús aftur. Tá skoraði 15 ára gamla Eydna Olsen Dalheim bæði málini hjá Víkingi. Hetta vóru fyrstu málini, sum hon hevur skorað í bestu deildini. Leona Djurhuus, sum týsdagin fylti 15 ár, javnaði stutt undan steðginum til 1-1. Hetta var fyrsta málið hjá TB/FCS/Royn verjuspælaranum í bestu deildini.

Hjá EBS/Skála gongur tað striltið. Í dag var samansetta liðið í Gundadali, har HB vann 5-0. Merkisvert var tað, at tvey tey fyrstu málini, sum vórðu skorað fyrra partin av fyrra hálvleiki, vóru sjálvmál. Elin Maria Isaksen økti stutt undan steðginum um munin til 3-0, og í seinna hálvleiki skoraðu Lea Johannesen og Sarita Maria Mittfoss. Hetta var fyrsta málið í bestu deildini hjá Saritu Mittfoss síðani 18. juni í fjør, og Lea Johannesen skoraði fyri triðju ferð í ár.

 

TB/FCS/Royn – Víkingu 1-2 (1-1)

0-1: Eydna Olsen Dalheim 23.

1-1: Leona Djurhuus 40.

1-2: Eydna Olsen Dalheim 69.

 

Víkingur – B36 0-2 (0-2)

0-1: Jacoba Langgaard 21.

0-2: Barbara Høgnesen 37.

 

HB – EBS/Skála 5-0 (3-0)

1-0: sjálvmál 13.

2-0: sjálvmál 22.

3-0: Elin Maria Isaksen 45.

4-0: Lea Johannesen 46.

5-0: Sarita Mittfoss 59.

 

TB/FCS/Royn – KÍ 0-3 (0-1)

0-1: Lóa Samuelsen 45.

0-2: Rebekka Benbakoura 61.

0-3: Eyðvør Klakstein 76.

 

7

7

0

0

32

2

21

NSÍ

7

5

1

1

32

9

16

B36

6

3

2

1

10

5

11

HB

6

3

1

2

12

6

10

07 Vestur

7

2

2

3

11

14

8

Víkingur

6

1

2

3

10

17

5

EBS/Skála

7

0

1

6

5

26

1

TB/FSV/Royn

5

0

1

5

1

34

1

 

Hósdagin 25. mai

KÍ – EBS/Skála

NSÍ – B36

HB – 07 Vestur

Leygardagin 27. mai

Víkingur – TB/FCS/Royn