Ferðslan í undirsjóvartunlunum økist stútt og støðugt. Í juni var ferðslan væl minni, enn hon hevði verið undanfarnu mánaðirnar. Tað komst av, at tað var verkfall.
Nú tunnil.fo hevur kunngjørt tølini fyri ferðslu í juli er skjótt at staðfesta, at í øllum undirsjóvartunlunum koyrdu tað í juli í ár fleiri bilar, enn tað gjørdu í juli undanfarnu árini.
Á talvuni sæst, at størsta ferðslan í undirsjóvartunlum er í Eysturoyartunlinum. Millum Eysturoy og Streymoy koyrdu tað í juli í ár 5374 bilar. Tað er í miðal 406 bilar fleiri um dagin, enn tað koyrdu í juli í 2023. Millum Rókina og Strendur koyrdu tað 817 bilar í miðal um dagin í juli í ár. Í juli í fjør koyrdu 688 bilar ella 129 bilar færri.
Í Norðoyatunlnum var miðaltalið í juli í ár 4414, og í fjør var tað 4123 ella 291 bular færri enn í juli í ár.
Í Vágatunlinum var miðaltalið í juli í ár 3800. Í fjør var tað 3619 ella 181 bilar færri í miðal um dagin enn í ár.
Í Sandoyartunlinum veksur ferðslan støðugt. Í juli í ár var ferðslan 1194 bilar um dagin. Hetta er størsta miðaltalið, síðani tað fyrsta mánaðin var ókeypis at koyra. Í februar var talið 783, í mars 919, í apríl 933, í mai 960, í juni 876 og í juli var miðaltalið 1194 bilar um dagin.
Ferðslan í undirsjóvartunlunum í juli 2020 - 2024 | |||||
2020 | 2021 | 2022 | 2023 | 2024 | |
Vágatunnilin | 2817 | 3127 | 3345 | 3619 | 3800 |
Norðoyatunnilin | 3773 | 4114 | 3888 | 4123 | 4414 |
Eysturoy - Streymoy | 0 | 3989 | 4366 | 4968 | 5374 |
Rókin - Strendur | 0 | 542 | 652 | 688 | 817 |
Sandoyartunnilin | 1194 | ||||
tunnil.fo |