Holland varð roknað at vera stórfavorittur ímóti Póllandi, og Holland vann 2-1 favorittsigur, men talan var á ongan hátt um, at Holland vann tryggan og sannførandi sigur. 2-1 sigursmálið varð skorað sjey minuttir undan leikloki, og tað var Wout Weghorst, sum skoraði sigursmálið. 31 ára gamli Burnley spælarin er ofta skiftisspælari, og soleiðis var tað eisini í dag. Hann var settur á vøllin, tá ið tað restaðu níggju minuttir, og tveir minuttir seinni skoraði hann sigursmálið.
Holland legði bragdliga fyri, og tað vóru fleiri góðar støður frammanfyri málið hjá Póllandi, men tað eydnaðist ikki at fáa hol á.
Pólland var uttan stjørnuspælaran Robert Lewandowski, sum ikki var nóg birgur at spæla. Kortini var tað Pólland, ið mest sum burtur úr ongum legði seg á odda 1-0, tá ið eitt stórt korter var farið. Málskjútti var Adam Buksa, sum var avloysari hjá Lewandowski. Eftir horna úr vinstru sendi hann við høvdinum bóltin í málið og so var 1-0 til Póllandi.
Holland reisti seg beinanvegin eftir skelkin. Tað vóru fleiri góður møguleikar, áðrenn tað eftir hálvan tíma eydnaðist Hollandi at javna til 1-1. Málskjútti var Cody Gakpo úr Liverpool, sum sneiddi seg ram til brotsteigarmarkið, áðrenn hann smekkaði til og so var mál.
Eftir steðgin var hollendska avrikið ikki serliga sannførandi, men tað hugsaði eingin um, tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, og máltalvan vísti 2-1 til Holland.