Tað fór frá at vera trilvandi og til at vera í stórum stíli

Fyrstu 20 minuttirnir vóru lítið sannførandi, men eftir steðgin var sourningurin bara, hvussu stórur sigurin fór at verða, tá ið føroysku stjørnurnar av álvara spískaðu seg ímóti Kosovo

Jóannes Hansen
6. november 2024 kl. 21:36

Føroyar eiga eitt væl betri landslið í manshondbólti, enn Kosovo eigur. Tí vóru Føroyar favorittur at vinna fyrsta heimadystin í nýggju EM undankappingini. Dysturin var samstundis tann síðsti í høllini á Hálsi í Havn, har landsliðið hevur hildið til, síðani høllin í 1970 varð tikin í nýtslu.

Føroyar vunnu 32-21 eftir hálvleiksstøðuna 13-9.

Men fyrstu løtuna gekk tað striltið. Álopsspælið stemmaði ikki. Tað gekk ikki nóg skjótt fyri seg, sendingarnar vóru ikki nóg neyvar, og tá ið roynt varð við sjey ímóti seks, kiksaði tað fleiri ferðir, og Kosovo skoraði við langskotum í tómt mál.

Tíbetur var Pauli Jacobsen millum føroysku stólparnar sera væl upplagdur.

So fór at bragda, og fram ímóti steðginum broyttist støðan frá 9-9 og til 13-9, og eftir steðgin hugdu heimamenninir ongantíð afturum seg.

Í málskjótingini gingu systkinabørnini Óli Mittún og Elias Ellefsen á Skipagøtu undan. Óli skoraði átta mál, og Elias skoraði sjey mál. Fyrstu løtuna var tað torført hjá Hákuni West av Teigum at umseta royndir úr høgru til mál, men so glapp, og hann skoraði seks mál og strikuspælarin Teis Horn Rasmussen fimm mál.

Hinir málskjúttarnir vóru Rói Berg Hansen 3, Pætur Mikkjalsson, sum beinanvegin var darvaður av tveimum útvísingum, skoraði eitt mál, og tað gjørdu Vilhelm Poulsen og Tróndur Mikkelsen eisini.

Hinir á listanum í kvøld vóru Bjarni í Selvindi, Kjartan Johansen, Peter Krogh, Ísak Vedelsbøl, Pauli Mittún og Janus Dam Djurhuus.

Málverjar vóru Pauli Jacobsen og Aleksandar Lacok. Pauli vardi málið, og hann var sera væl upplagdur. Tølini siga, at hann bjargaði 13 av 29 royndum ella 44,8 prosent, og tað er sera høgt bjargingarprosent.

Sunnudagin verður útidystur ímóti Ukraina. Hann verður í Litava.

Fyrsti EM undankappingardysturin í nýggi høllini við Tjarnir verður á grækarismessu næsta ár, tá ið Niðurlond vera gestir í Hoyvík.