

Tað finst eingin góð viðgerð, sum kann fyribyrgja, at kvinnur missa børn í móðurlívi. Tað sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum.
Liljan Weihe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt hana, hvussu mannagongdirnar eru, tá ið kvinnur missa børn í móðurlívi - og um nakað kann gerast fyri at fyribyrgja at tað hendur.
Hon sigir, at metingar siga, at fjórðu hvørja ferð, ein kvinna er við barn, missa tær børnini í móðurlívi.
Orsøkin til at kvinnur missa børn í móðurlívi, verður ikki kannað, fyrr enn ein kvinna hevur mist børn í móðirlívi tríggjar ferðir.
– Nýggj gransking vísir nú, at orsøkin kann liggja í stoffskiftinum hjá kvinnum, sum kann kannast og fyribyrgjast.
Ein onnur orsøk kann vera vøddaknútar, sum gera tað trupult hjá kvinnuni at halda uppá eitt fostur
Súsanna Bertholdsen sigur, at í Føroyum er mannagongdin tann, at tá ið ein kvinna, sum er við barn, fer at bløða ella fær pínu, vendir hon sær til kommunulæknan, sum sendir hana víðari til serlækna í kvinnusjúkum.
Bíðitíðin til er heilt stutt til kvinnan verður kannað fyri at vita um fostrið er á lívi. Verður staðfest, at fostrið er deytt, eru tríggir møguleikar:
1) Tað verður bíðað við at veita viðgerð fyri at vita, um fostur og móðurkaka fara av sær sjálvum
2) Heilivágur verður givin fyri at framskunda prosessina
3) Ein útskaving verður framd
Tílíkar fosturtøkur verða mestsum ikki gjørdar longur, men tað er altíð ein læknafaklig meting, hvør loysn verður vald í hvørjum einstøkum førum.
Stoffskiftissjúkur kunnu vera ein viðvirkandi orsøk til, at kvinnur fleiri ferðir missa barn í móðurlívi. Er illgruni um hetta, verður kvinnan kannað fyri stoffskiftissjúku.
Ein kvinna, sum áður hevur mist eitt barn, og sum aftur verður við barn, fær bjóðað eina skanning tíðliga í viðgongutíðini.
Hetta verður eisini gjørt fyri, at kvinnan skal føla seg trygga, tí kvinnan kann hava ótta fyri at missa aftur.
Tá ið kvinnur missa eitt barn í móðurlívi, er tað ofta tíðliga í viðgongutíðini. Fimtu hvørja ferð, ein kvinna er við barn, missur hon barnið í móðurlívi og í 10 prosentum av teimum førunum hendur tað so tíðliga, at kvinnan visti ikki av, at hon var við barn.
– Í Føroyum fylgir Sjúkrahúsverkið mannagongdini hjá danska heilsuverkinum har tað verður gjørd ein størri útgreining eftir at ein kvinna tríggjar ferðir hevur mist eitt barn í móðurlívi, sigur Súsanna Bertholdsen.
Tá verður gjørd ein umfatandi kanning við blóðroyndum og kromosomkanningum, umframt ein gynækologisk kanning.
Hon hevur fingið upplýst frá Sjúkrahúsverkinum, at tað finst tíverri ikki nøkur góð viðgerð at bjóða kvinnum fyri at fyribyrgja at tær missa barnið í móðurlívi, men kvinnur, sum hava verið fyri hesum, verða kannaðar serliga væl tíðliga í viðgongutíðini, umframt at tær verða kannaðr fyri at vita um nakað likamligt er í vegin.
– Í Føroyum fylgja vit somu mannagongdum sum í okkara grannalondum, sigur landsstýriskvinnan í heilsumálum.
– Tað verður granskað í, hvussu heilsuverkið kann fyribyrgja kvinnur missa børn í móðurlívi, og vónandi fer tað einaferð at bera til at hjálpa hesum kvinnum betur, enn í dag, sigur hon.
Hon sigur, at fáa vit nýggja vitan um fyribyrgjandi viðgerð á økinum, sum fær heilsuverkini í okkara grannalondum at broyta mannagongdir, verða tær eisini broyttar í Føroyum.