Sjeynda umfar í bestu landskappingini var í kvøld. Tá vóru fýra dystir. Tann fimti verður í morgin, tá ið trífalda meistaraliðið í Klaksvík fer at spæla ímóti EB/Streymi við Margáir.
Í kvøld vóru tvey tey fremstu á útivølli, og tey greiddu sínar setningar til fulnar.
Víkingur var í grannauppgerð í Runavík, har tað var stórur intensitetur og stórur spenningur frá fyrsta og til síðsta bríksl. Tað koppaði Víkingi til fyrimunar, sum vann fyri 20. ferð á rað í landskappingini. Víkingur vann 1-0, og málskjútti var Poul Kallsberg, sum í sínum 85. landskappingardysti í bestu deildini skoraði fyri 18. ferð. Undan síðsta kappingarári flutti Poul Kallsberg av Skála og til Víking, har hann nú av álvara er vorðin lyklaspælari, sum higartil í ár hevur skorað fimm mál og saman við Finni Justinussen er toppskjútti í felagnum, sum í løtuni hevur beina kós ímóti FM heitinum.
HB var í Sørvági, har tað at enda varð talan um sannførandi 3-0 HB sigur. Miðvallarin Ejvind R. Mouritsen var fyri fyrstu ferð yvirhøvur tvífaldur málskjútti í bestu deildini, og vongverjin Mathias Voss setti hol á, tá ið hann skoraði ímóti sínum gomlu liðfeløgum í 07 Vestur. HB er á aldukambi, og HB sær í løtuni út til at vera einasti rættiligi avbjóðarin hjá Víkingi.
At B36 er í djúpum aldudali varð staðfest í kvøld, tá ið tað endaði 3-3 í Gundadali ímóti ÍF, sum undan hesum dystinum einki stig hevði vunnið. ÍF var eina løtu frammanfyri 3-1. Serliga eyðsýndur var Kasper Sommerstedt, sum nýggi venjarin Jákup Martin Joensen hevði flutt fram í álopið. Hann var tvífaldur málskjútti, og hann legði upp til málið, sum Jhon Mena Perez skoraði. Miðverjin Vilmer J. Rønnberg javnaði til 1-1 fyri B36, og so skoraði framrættaðu síðuspælararnir Bjarki C. Nielsen og Marius Kryger Lindh. Tað gongur ikki væl hjá teimum í B36 at skjóta mál, sum eru ætlaðir til tann leiklutin.
Á Skála vann heimaliðið sannførandi 3-1 sigur ímóti B68, sum bara hevur skorað trý mál. Villiam Emil Klein minkaði um munin til 3-1. Kristian Martin Jakobsen við brotssparki og Dávid Johansen við fínum skoti úr spískum í høgru og upp í nettakið løgdu beinanvegin Skála framum 2-0, og portugisiski álopsspælarin Carlos Ferreira økti um munin til 3-0, áðrenn B68 minkaði um munin.
Eftir sjey umfør hava B68 og ÍF eitt stig, og tey eru greitt undir niðurflytingarstrikuni.
NSÍ – Víkingur 0-1 (0-0)
0-1: Poul Kallsberg 64.
Dómari: Eiler Rasmussen
Skála – B68 3-1 (2-0)
1-0: Kristian Martin Jakobsen br 6.
2-0: Dávid Johansen 18.
3-0: Carlos Ferreira 67.
3-1: Villiam Emil Klein 72.
Dómari: Heini Ziskason Viðoy
07 Vestur – HB 0-3 (0-2)
0-1: Mathias Voss 3.
0-2: Ejvind R. Mouritsen 44.
0-3: Ejvind R. Mouritsen 91.
Dómari: Rúni Gaardbo
B36 – ÍF 3-3 (2-3)
0-1: Kasper Sommerstedt 2.
1-1: Vilmer J. Rønnberg 8.
1-2: Kasper Sommerstedt 12.
1-3: Jhon Mena Perez 33.
2-3: Bjarki C. Nielsen 45.
3-3: Marius Kryger Lindh 48.
Dómari: Árni Brandsson Petersen kl. 18.00
Víkingur | 7 | 7 | 0 | 0 | 21 | 3 | 21 |
HB | 7 | 6 | 0 | 1 | 15 | 5 | 18 |
KÍ | 6 | 4 | 0 | 2 | 14 | 6 | 12 |
NSÍ | 7 | 4 | 0 | 3 | 14 | 10 | 12 |
B36 | 7 | 3 | 2 | 2 | 14 | 11 | 11 |
07 Vestur | 7 | 3 | 2 | 2 | 10 | 11 | 11 |
Skála | 7 | 2 | 1 | 4 | 11 | 13 | 7 |
EB/Streymur | 6 | 1 | 1 | 4 | 9 | 12 | 4 |
B68 | 7 | 0 | 1 | 6 | 3 | 15 | 1 |
ÍF | 7 | 0 | 1 | 6 | 6 | 31 | 1 |
Týskvøldið
EB/Streymur – KÍ: Bjarki Danielsen kl. 18.00