Tað eru tveir listar í Nes kommunu

16 valevni eru at velja ímillum hjá teimum á Nesi, á Toftum og í Saltnesi

Mynd: nes.fo
Jóannes Hansen
24. oktober 2024 kl. 14:12

Fyri fýra árum síðani vóru tað 11 valevni á einum lista, sum bjóðaðu seg fram á kommunuvalinum í Nes kommunu.

Nú er tað greitt, at tað á valinum 12. november vera tveir listar at velja ímillum. Á øðrum listanum eru níggju valevni, og á hinum listanum eru sjey valevni ella tilsaman 16 valevni.

Á lista A eru tey, sum vórðu skotin upp á almennum uppstillingarfundi. Millum hesi eru seks av teimum, sum fyri fýra árum síðani vórðu vald í bygdaráðið. Einasti limurin, sum ikki bjóðar seg fram aftur, er Jan Højgaard. Á listanum eru sjey mannfólk og tvey konufólk.

Á lista B eru fýra konufólk og trý mannfólk.

Hesi eru uppstillað til kommunuvalið í Nes kommunu:

Á lista A:

Súni í Hjøllum

Heini Súnason Kristiansen

Petur Jákup Anfinnur (Dakko) Petersen

Høgni Hansen

Elin Ólavsdóttir á Torkilsheyggi

Rannvá í Túni Petersen

Atli Fróði Johansen

Petur Gaardlykke

Henning Erhardsson Joensen

Á lista B:

Daisy Joensen Iversen

Hilbert Kári í Grógv

Bjørk Berg Wiggins

Niels Jacob Nielsen

Harda Viljamsdóttir Højgaard

Marius Hammer

Berlys Toftadal

Meðan talan fyri fýra árum síðani var um bygdaráðsval í Nes kommunu, so verður tað týsdagin 12. november býráðsval. At tað nú verður býráðsval kemst av, at bygdaráðið samtykti, tá ið fólkatalið fór upp um 1500 fólk, at heitið skuldi broytast frá bygdaráði til býráð. Møguleiki var fyri á næsta vali at hækka talið á býráðslimum úr sjey og upp í níggju, men tað hevur býráðið ikki gjørt.

Nes kommunu fevnir um bygdirnar Nes, Toftir og Saltnes. Í kommununi búgva tað nú 1576 fólk.

Á valinum 10. november í 2020 vórðu hesi vald í bygdaráðið í Nes kommunu