Sum vit skrivaðu fyrr í kvøld, hevur Kári Johansen, býráðslimur í Tórshavnar Býráð fyri Javnaðarflokkin, gjørt av at fara úr flokkinum og at melda seg í Framsókn.
Tað merkir, at á býráðsvalinum, sum verður í novembur, verður Kári Johansen ikki at finna á listanum hjá Javnaðarflokkinum, men á listanum hjá Framsókn.
Í eini stuttari fráboðan í kvøld segði hann stutt og greitt, at hosurnar í Javnarflokkinum eru ov trongar hjá honum.
Hann sigur, at tað eru serliga tvey mál, sum hevur fingið hann at taka eina so stóra avgerð, sum tað er at fara úr flokkinum.
– Tað neit mær fast, at Javnaðarflokkurin gekk á odda fyri at seta Tjóðleikhúsið á Eystarubryggju, hóast sakkunnleikin, sum er havnarmeistarin, staðiliga hevur mælt frá. Orsøkin er, at tað fer at darva arbeiðnum at menna Tórshavnar Havn og tað fer at at minka um inntøkumøguleikarnar hjá Tórshavnar Havn, sigur Kári Johansen.
Málið varð enntá avgreitt á einum eyka býráðsfundi mitt í summarferiuni tá ið fýra av teimum 13 býráðslimunum ikki fingu møtt, so at tiltakslimirnir máttu møta fyri tey.
– Tað neit mær øgiliga fast, sigur Kári Johansen.
Hann sigur, at tá tók hann ta avgerð, at hann skuldi brúka summarið til at gera støðuna upp. Og hann sigur eisini, at tað er høvuðsorsøkin til at hann nú skiftur flokk.
Kári Johansen er eisini formaður í nevndini fyri Sev og hann sigur eisini, at har má hann ásanna, at hansara argasti mótstøðumaður hevur verið hansara egni borgarstjóri, nevniliga borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, sum eisini er javnaðarmaður.
– Tey størstu stríðini eg havi havt í Sev, hava verið við mín egna borgarstjóra, so tað er ikki serliga eggjandi at halda fram, sigur hann.
Hann vísir á, at Heðin Mortensen hevur verið í harðari andsøgn við nógv av tí, hann er komin við sum nevndarformaður, eitt nú tá ið tað hevur verið neyðugt at hækka prísirnar á streymi.
Og upp undir løgtingsvalið í 2022, mátti eykaaðalfundurin enntá niðurleggjast, tí kommunustýrislimir høvdu fingið valfepur, sum hann orðaði seg.
Tá varð eisini sagt, at borgarstjórin í Havn, sum hevur alstóra ávirkan í Sev, tí hann hevur so nógvar atkvøður gekk undan at sáa iva um príshækkingarnar
Kári Johansen sigur, at alt hetta hevur gjørt, at hann er komin til ta niðurstøðu, at Javnaðarflokkurin er ikki longur tann rætti flokkurin hjá honum at vera í.
– Undir hesum umstøðunum havi eg ikki hug at fara undir eitt valskeið afturat í Javnaðarflokkinum, so vil eg heldur royna núggjar leiðir, sigur hann.